Jump to content

Sørvágsvatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sørvágsvatn.
Sørvágsvatn.

Sørvágsvatn, verður í Vágum eisini nevnt Vatnið og eisini Leitisvatn, liggur í Vágum og er størsta vatn í Føroyum, 3,4 km2 til víddar. Vatnið liggur millum bygdirnar Sørvág, Miðvág og Vatnsoyrar. Vatnið liggur í einum av náttúruvakrastu økjum í landinum. Vanligt hevur verið at fiska síl í vatninum. Undir krígnum var vatnið sjóflogbreyt hjá enskum flogførum, og flúgvarabedingin norðantil á Vatninum, ber enn boð um hetta.

Tað liggur í Vágum, stutt frá Vága Floghavn, og kallast Leitisvatn í bygdunum eystanfyri vatnið, meðan sørvingar kalla tað Sørvágsvatn. Sørvágsvatn/Leitisvatn liggur í 32 metra hædd í einum breiðum dali millum fjøllini á sunnara parti av Vágum. Vatnið er 3,56 km2 í vídd, uml. 6 kilometrar langt og uml. 800 metrar har tað er sum breiðast. Miðaldýpið er 27,5 metrar og har tað er djúpast, 59 m. Frárenslið er tann stutta Bøsdalsá, sum rennur út av berginum í Bøsdalafossi, beinleiðis á sjógv. Suðursíðan av Vágum er illa jarðslitin og eyðkend fyri bratta bjargalendið, m.a. forbergið Trælanípan, sunnanfyri Bøsdalafoss.

Strondin er mest hella og leyst smágrót, men norðasti endin av vatninum hevur sandstrond. Við norðurendan liggur annars einasta innlandsbygd í Føroyum, Vatnsoyrar.

Seinni heimsbardagi

[rætta | rætta wikitekst]

Undir Øðrum heimsbardaga, áðrenn floghavnin varð bygd, nýtti bretska hersetingarvaldið vatnið at lenda á við sjóflogførum, ið vardu føroysku havleiðirnar og annars fluttu manning og tilfar til hernaðarstøðina. Tað finnast enn mangar slóðir og toftir eftir virksemið hjá bretska hervaldinum við Sørvágsvatn/Leitisvatn.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið