Sørvágur
Sørvágur | |
Sørvåg (danskt) | |
Bygd | |
Sørvágur og Mykines
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Vága sýsla |
Oyggj | Vágar |
Kommuna | Sørvágs kommuna |
Íbúgvar | 1.136 (2020)[1] |
Postnummur | FO-380 |
Markatal | 48-00-00 |
|
Sørvágur er ein bygd í Vágum, hon er inni á botni á Sørvágsfirði. Bygdin er í seinnu tíðini vaksin skjótt, og er nú millum tær størstu í oyggjunum. Har er bæði veðurgott og kyrt, og tað má sigast at vera heldur góð skipahavn. Fiskipláss er tað av teimum bestu. Innast á fjørðinum er ein avbera stórur sandur.
Á sunnara síðu á Sørvágsfirði er Selvík, har var fyrst í seinastu øld hvalaveiðistøð.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Í tveimum av bygdunum í Vágum hava útgrevstrar víst, at bygdirnar helst stava heilt afturi frá landnáminum. Bæði í Sandavági og í Sørvági eru toftir funnar av so gamlari búseting, at búsetingin verður hildin at vera minst 1000 ára gomul.
Forna búsetingin
[rætta | rætta wikitekst]Í fimmtiárunum, tá grivið varð út fyri nýggjum skúla í Sørvági, komu menn fram á hesa gomlu búseting. Dygst undir, har gamla fimleikahøllin varð bygd, vórðu leivdirnar av búseting funnar. Fornfrøðingar komu vestur og gróvu økið út og máldu, teknaðu og kortløgdu garðin. Fyri fleiri árum síðan varð forn búseting aftur funnin í kirkjugarðinum í Sørvági. Henda búseting er ikki kannað enn og tí verður heldur ikki grivið í hesum partinum av kirkjugarðinum. Henda búseting er við Hanusará eins og tann fyrra. Vit kunnu sostatt staðfesta, at fyrsta búseting í Sørvági hevur verið uttanfyri Kirkjuá, niðan við Hanusará. Seinni, helst einaferð millum 1200 og 1400, er so tað hent, at bygdin er flutt millum Kirkjuá og Stórá at vera. Í 1600-talinum vita vit rættuliga vist, at eingin búseting var uttanfyri Kirkjuá, so tá er bygdin flutt.
Teir tríggir hagarnir
[rætta | rætta wikitekst]Tá fyrstu kendu skrivligu keldurnar taka við í 1584, nevniliga jarðarbøkurnar, eru bert tríggir garðar í bygdini. Bøndurnir, ið eru nevndir við navni eru: Philipus Gregersen, Niels Andersen og Thommes Nielsen. Hesir báðir seinastu eru hildnir at vera feðgar. Ein uppsitari er til hvønn hagan í bygdini, Suðrtriðing, Norðurtriðing og Úttriðing. Hesi haganøvn eru sera gomul og síggja vit tey stundum í tingbókunum frá fyrst í 1600 árunum og fram. Og tey eru helst eldri enn tað. Tað sýnist sum at bygdin er vaksin rættuliga nógv seinast í 1500-talinum, tí fyrst í 1600-talinum eru tey trý festini býtt sundur í átta festi. Sama uppbýtið av jørðini er líka fyrst í 1800-talinum, men hagarnir eru framvegis tríggir í tali.
Aðalsjørðin og kongsjørðin
[rætta | rætta wikitekst]Aðalsættin Benkenstock í Noregi átti, helst frá byrjan í 1400-talinum og til 1660-árini, alla jørðina í Sørvági, allar 48 merkurnar. Um 1665 seldu tey sína jørð í Sørvági til ein dana, nevndur Severin Fohrman, hesin varð av føroyingum róptur Servin. Servin byrjaði longu í 1667 at selja jørðina aftur til føroyingar. Eftir hetta er meginparturin av jørðini í Sørvági ognarjørð. At ein eigari var til jørðina, og at hann ikki var føroyingur ger helst, at nærum eingin kongsjørð er í bygdini. Tann eina hálvmørkin, ið er kongs í Sørvági vita vit stavar frá 1729, tá ein maður nevndur Sunnivu Jógvan rýmdi av landinum uttan loyvi. Hansara jørð fór tá undir kong.
Fólkavøksturin
[rætta | rætta wikitekst]Við jarðarbókini sum keldu kunnu vit ætlað, at fólkatalið í Sørvági í 1600-talinum ikki hevur verið stórt meira enn eini fimti fólk. Og tað er vaksi seint, tí í fyrstu veruligu fólkateljingini, ið er til skjals frá 1801, búgva í Sørvági bert 86 fólk, gott fimti ár seinni í 1855 búgva 163 fólk í Sørvági. Stóra boomið í fólkatalinum í Sørvági kemur eftir 1856 við fríhandlinum og nógv økta útróðrinum, ið harav stóðst. So fyri Sørvág hevði henda lóg sera stóra ávirkan, má sigast. Í dag búgva út við 1000 fólk í Sørvági og lítla bygdin, ið stóð millum áirnar báðar Kirkjuá og Stórá fyri gott hundrað árum síðan er langt síðan farin upp um allar áarbakkar, og breiðir seg nú langt suður um og vestur um gamla bøin og út í tað, sum fyri bert fáum árum síðan var hagi.
Fiskakeypararnir
[rætta | rætta wikitekst]Um ár 1900 vóru átta reiðarar og fiskakeyparar í Sørvági, ið høvdu hvør sína brúgv úti á Bakka og egnar og aðrar bátar, ið avreiddu til teirra. Einstaklingar og menn við stórum familjum fluttu til bygdina í hópatali at lívbjarga sær sum útróðrarmenn. Úti á Stongum vóru 6 fiskastykki, úti í Geilini 1 og úti á Bakka 4.
Føroya fyrsta flakavirki
[rætta | rætta wikitekst]Fyrsta flakavirki í Føroyum sá dagsins ljós í Sørvági í 1953, og var tað tann framfýsni Dánjal Niclasen, stjóri í pf. N. Niclasen, sum læt hetta gera. Fyrstu árini varð skorið við hond, men í 1962 fekk flakavirkið í Sørvági ta fyrstu flakamaskinuna í landinum. Í 1993 var givið við flakavinnuni í Sørvági – seinni er virkið bygt um til at virka alilaks. Saltfiskavirkið, ið upprunaliga hoyrdi til flakavirkið, hevur mesta partin av tíðini framleitt saltfisk undir skiftandi eigarum.
Kirkjan
[rætta | rætta wikitekst]Kirkjan í Sørvági er bygd í 1886, men kirkjur vóru undan henni, tann fyrsta stavar helst frá siðaskiftinum um 1583. Áðrenn siðaskifti sigst at eingin kirkja var men eitt bønhús og passar hetta helst, tá hugsa verður um lága fólkatalið, ið var tá. Bønhúsið stóð har koyrivegur nú er niðan gjøgnum bygdina, áleið har Útistova stóð, og niðanfyri bønhúsið var gravstað. Í 1920-unum, tá ein renna varð grivin oman gjøgnum bygdina, varð komi fram á henda gravstað.
Skúlin
[rætta | rætta wikitekst]Frá u.l. 1832 var skúli hildin í Sørvági, men fyrstu mongu árini mátti skúlin halda til í leigaðum hølum. Frá 1854 til 1880 var eingin skúlagongd men bert heimaundirvísing. Í 1880 verður aftur lærari settur og helt hann skúla í leigaðari stovu í húsunum "hjá Stoffa" rópt. Fyrsti skúlin í Sørvági varð bygdur í 1887. Í 1957 var eldri parturin av núverandi skúla bygdur, gamla fimleikahøllin er frá 1959 og sunnasti parturin av eldra skúlanum varð bygdur í 1961. Nýggi parturin av skúlanum, tann niðari, og nýggja fimleikahøllin, vórðu bygd í 1989. Gamli svimjihylur við Bonursahyl varð bygdur summarið 1930 til svimjiundirvísing. Innandura svimjihylurin varð bygdur í 1974, beint við skúlan og varð tann gamli tá niðurlagdur.[2]