Marquesasoyggjar
Flagg (Marquesasoyggjar) |
Flagg (Frakland) |
---|---|
Land: | Frakland |
Forseti: | Nicolas Sarkozy |
Vídd: | 1049 km² |
Íbúgvar (2007): | 8 632 |
fyri km²: | 8/km² |
Hægsta fjall: | Oavefjøll (1 230 m, Ua Pu) |
Heimasíða: | www.marquises.pf Archived 2012-11-20 at the Wayback Machine |
Marquesasoyggjar (franskt: Îles Marquises ella Archipel des Marquises, marquesiskt: Te Henua Kenana ella Te Fenua `Enata) eru oyggjabólkur í Franska Polynesia í Kyrrahavinum. Marquesasoyggjar hevur bara umleið 8600 íbúgvar.
Fyrstu fólk, ið settu seg niður á Marquesasoyggjum fluttu av Sámoa um 100 f. Kr. Tá livdu tey mest av fiski, skjaldbøku og sjófugli; sum árini liðu, fóru tey eisini at dyrka jørðina. Tey bygdu sær hús á grótpallum og dyrkaðu gudar sínar í templum tætt við húsini. Marquesasoyggjar vóru fyrstu oyggjar í Polynesia, sum evropear granskaðu. Í 1567 fór spanski rannsóknarfarin Álvaro de Mendaña (1542 - oktober 1595) úr Callao í Peru í Suðuramerika at leita eftir oyggjum í Kyrrahavi. Árið eftir kom hann til Sálomonsoyggjar. Hann ætlaði at gera aðrar rannsóknarferðir og fáa fólk við sær at búseta seg á oyggjum í Kyrrahavi, tí fór hann aftur til Amerika at búgva seg út til eina rannsóknarferð afturat. Í apríl 1595 fór hann umsíðir av stað við um 380 monnum og konum innanborða. Loðsur á ferðini var portugisiski sjófarin Pedro Fernández de Quirós (1563 - 1615). Í juli komu tey til Marquesasoyggjar, har komu tey í bardaga við tey innføddu og drupu mong teirra. So var hildið fram, og á ferðini vestureftir leitaði Mendaña til fánýtis eftir Sálomonsoyggjum, men fann tær ikki og kom at enda til Santa Cruz. Ætlanir Mendañas miseydnaðust, og áðrenn árið var úti, doyði hann og mangir skipsfelagar hansara av hitasótt.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]