Jump to content

Skírhósdagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Skírhósdagur ella skírisdagur er hósdagurin í stilluviku. Skírhósdagur er heiligdagur í nøkrum fáum londum í heiminum. Navnið merkir reinur – skírur. Hendan dagin innsetti Jesus heilagu kvøldmáltíðina og vaskaði lærusveinunum um føturnar. Seinni sama dag varð Jesus svikin av Judasi í Getsemane urtagarði. Hin seinasta kvøldmáltíðin Jesus hevði sagt lærusveinunum frá, at hann fór at líða nógv, og at fíggindar hansara fóru at taka hann av døgum. Eftir at hava verið saman við teimum í trý ár, skuldi hann verða tikin frá teimum. Kvøldið fyri, at Jesus skuldi krossfestast, sótu hann og lærusveinarnir í eini loftsstovu. Jesus át sína seinastu máltíð saman við teimum. Her innsetti hann heilagu kvøldmáltíðina við at geva lærusveinunum breyð og vín, sum hann segði var likam og blóð sítt. Teir skuldu eta breyðið og drekka vínið til tess at minnast Jesus. Aftaná segði hann, at ein av lærusveinunum fór at svíkja hann. Judas fór sama kvøldið til høvuðsprestarnar og segði teimum frá, hvar teir kundu finna Jesus og taka hann.

Fyrsti liður í orðinum skírhósdagur er stovnurin í lýsingarorðinum skírur, ið merkir "reinur". Frágreiðingin skal vera, at fólkið hevur fingið reinsan fyri syndir sínar eftir ta longu føstuna, men hugsandi er eisini, at sipað verður til fótatváttin gitna henda dagin.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið