Richard B. Thomsen
Richard B. Thomsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 12. feb 1888 |
Andaðist | 4. apr 1970 |
Starv | høvundur |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
VIAF | 310706642 |
Richard Børge Thomsen (føddur 12. februar 1888 á Tvøroyri, deyður 4. apríl 1970 á Tvøroyri)[1] var ein føroyskur rithøvundur og vinnulívsmaður.
Søgan um fyritøkuna Richard B. Thomsen
[rætta | rætta wikitekst]Hann byrjaði egna fyritøku í 1929, eftir at hann var farin úr familjufyritøkuni T.F. Thomsen. Richard bygdi eitt pakkhús við síðunar av tí, sum í dag verður nevnt ísvirkið. Fyrst hevði hann eina lítla heilsølu, og síðan menti virksemi seg til at fevna so víða sum til reiðaravirksemi, sølu av koli, kolonialhandil og ger av flamingokassum. Fyrst varð byrjað við heilsølu av millum øðrum sigarettum, sigarum, osti og Molly-blikkum, ið var rómi í dósum. Selt varð eisini ymiskt byggitilfar, viður og sement. Trolararnir vóru keyptir í bretskum pundum, sum tá var tengt at gullvirðinum. Hetta hevði við sær mitt í tjúgunum, at bretska pundi hækkaði í virði mótvegis donsku krónuni, somikið nógv at trolarirnir blivu alt ov dýrir, og ikki kundu rekast við vinningi. Tískil yvirlivdi trolaravirksemið ikki. Richard, konan Ingrid og Henning, stovnsettu A/S Richard B. Thomsen & Søn í 1946 og í 1954 bleiv navnframa Marité keypt, saman við AT (Arbejdernes Trawlerdrift). Sum tíðin gekk so yvirtók sonurin Henning virksemið, tí pápin, Richard B. Thomsen, var farin at eldast og yrkið sum rithøvundur fylti meira í gerandisdegnum hjá honum. Richard var, um tað mundið, mest lisni høvundin í danska kongaríkinum. Í mong ár gekst væl við fiskarínum, men mitt í sekstiárunum minkaði toskafiskiskapurin í Grønlandi, so Marité varð løgd fyri teym. Virksemið bleiv nú so við og við flutt út úr gamla pakkhúsinum og til staðið, har handilin liggur í dag. Umstøðurnar vóru tó alt annað enn lagaligar tá. Í 1972 flutti Richard (yngri) heim eftir loknan studentalestur og í 1974 kom Henrik heim og byrjaði at arbeiða í fyritøkuni.
Um hetta mundið, so yvirtóku brøðurnir eisini so líðandi virksemið hjá Richard B. Thomsen. Uttari Handil, ið tá eisini var í fyritøkuni, og Marité, drenaðu fyritøkuna fyri kapital, og avgjørt varð tí at selja Marité og lata Uttara Handil aftur. Marité varð seld til Svøríkis miðskeis í sjeytiárunum. RBT hevði avgreiðslu fyriStar Line og Traderline, samstundis sum fyritøkan eisini stóð fyri at lossa skipini hjá Faroe Ship. Lagt varð tí nógv um til flutning og kom fyrsti trailarin í 1984.
RBT tók veruliga dik á seg í 80-unum. Inntøkurnar vuksu fram til fíggjarkreppuna fyrst í 1990-unum. Góðu árini høvdu tó gjørt, at fyritøkan var fíggjarliga sterk og nú kundi standa ímóti. Saman við Petur Hammer, bleiv Coma Pack nú stovnað, tí at tað var sjón fyri søgn, at stórur tørvur var á flamingokassum til fiski- og alivinnuna í oynni. Fyritøkan sum framleiddi flamingo frammanundan ComaPack, megnaði ikki at veita nóg mikið av tilfari og við hegni og hepni, eydnaðist tað Coma Pack at megna hetta eftir hálvum ári. Framleiðslan á Coma Pack byrjaði í 1994 og er framvegis í gongd. 5 fólk arbeiða á ComaPack í 2016. Umframt tey fimm starvsfólkini í ComaPack, so starvast 8 fólk hjá Richard B. Thomsen í 2016.
Í 1995 keypti RBT trolaran “Beinta”, saman við Diaba Ludvig á Tvøroyri. Raksturin gekst væl tey árini hann var í felagnum. Trolarin varð seldur til Hvalbiar í 2000 og varð fiskiloyvið sostatt verandi í oynni. RBT er partaeigari í NorServ og eigur eisini 1/3 av FøroyaPrent.[2][3]
Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- 1944 - Blámannavík (skaldsøga)
- 1945 - Lagnan (skaldsøga)
- 1947 - Hamranna børn (skaldsøga)
- 1948 - Riddarhøfn (skaldsøga)[4]
- 1950 - Evigt står fjeldene (skaldsøga) Keypmannahavn, Aschehoug, 328 síður[5]
- 1953 - Evig står fjellene. Stavanger : Stabenfeldt (týtt til norskt: Else-Marie Monsen)
- 1951 - Når fossens sang dør hen, Aschehoug (skaldsøga)[6]
- 1951 - Hreimur fossin hljóðnar, Akureyri : Norðri, týtt til islendskt: Konrað Vilhjálmsson
- 1952 - Når fossens sang dør hen, Stavanger : Stabenfeldt Forlag (týtt til norskt: Else-Marie With)
- 1951 - Mod længslernes land (skaldsøga)
- 1952 - De stærke viljer (skaldsøga)
- 1953 - Lænkerne løsnes (skaldsøga)
- 1954 - Drømme der brast (skaldsøga)
- 1957 - Skæbneøen (skaldsøga), Keypmannahavn : Grafisk Forlag, 254 síður
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ vp.fo, 126 ár síðan Richard B. Thomsen var borin í heim
- ↑ "Levinet.net - Vinnutátturin – Richard B. Thomsen & Søn". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304132611/http://www.levinet.net/?p=2014. Heintað 2016-01-10.
- ↑ Tvøroyrar kommuna á Facebook
- ↑ Litteraturpriser.dk
- ↑ Worldcat.org Evigt står fjeldene
- ↑ books.google.dk
- ↑ Worldcat.org
- ↑ Worldcat.org