Norðurírland
| |||
Tjóðarslagorð: Quis separabit | |||
Tjóðsangur: God Save the Queen | |||
Alment mál | Enskt, Írskt, Ulster Scots | ||
Høvuðsstaður | Belfast | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Forsætisráðharri | David Cameron | ||
Fullveldi | Onki1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
13 843 km² 0,5 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
1 810 900 122/km² | ||
Gjaldoyra | Bretskt pund (GBP) | ||
Tíðarøki | UTC | ||
Økisnavn á alnetinum | .uk | ||
Telefonkota | +44
| ||
1Norðurírland hevur sjálvstýri, men er undir bretskum yvirræði. |
Norðurírland (enskt: Northern Ireland) (írskt: Tuaisceart Éireann) (ulster skotskt: Norlin Airlann) er norðasti parturin av oynni Írland, og hoyrir framvegis til Sameinda Kongaríkið. Í umleið 30 ár var blóðugt stríð millum katolikkar og protestantar í Norðurírlandi, og umleið 3500 fólk lógu eftirá. Men síðani friðaravtaluna í 1998 hevur tað verið rættiliga friðarligt burtursæð frá einstøkum hendingum.
Ófriður
[rætta | rætta wikitekst]Síðan 1960-árini hevur politiskur ófriður verið í Norðurírlandi og høvuðsstaðnum Belfast. Mongu protestantarnir, sum eru ættaðaðir frá bretskum tilflytarum, vilja framvegis vera undir bretskum yvirvaldi, men írsku katolikkarnir, sum hava verið við sviðusoð, bæði hvat viðvíkur arbeiði og bústaðarviðurskiftum, vilja sleppa upp í írska lýðveldið (Lýðveldið Írland). Báðir partar hava vápnaðar deildir, og írski lýðveldisherurin (IRA) hevur eisini fleiri ferðir søkt at í Onglandi. Írska og bretska stjórnin hava roynt at fingið partarnar at semjast. Í 1998 eydnaðist so at fáa friðaravtalu í lag ímillum partarnar. Friðaravtalan varð tó ikki viðurkend av fleiri limum í IRA og eini 1500 fólk brutu úr Provisional Irish Republican Army, ið er almenna navnið á guerilla herðinum ið var virkin frá áleið 1972-1997.
Hesir 1500 liminir stovnaðu stutt eftir friðaravtaluna ein annan guerilla herð ið nevnist The Real Irish Republican Army (RIRA) Hesin er virkin enn í dag.