Jump to content

Minecraft

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Minecraft er eitt telduspæl sum er stovanð av Markus 'Notch' Persson. Minecraft bleiv kunngjørt tann 17. mai 2009, og Beta var kunngjørt 20. desembur 2010. Minecraft er eitt ævintýrspæl og eitt spæl, har tú kanst byggja verðir. Marcus Notch Persson úr Svøríki hevur ment Minecraft, og tað varð útgivið 18. november 2011. Í Minecraft kann spælarin kanna og umskapa eina verð við kubbum, sum eru ein rúmmetur til støddar. Umframt kubbar inniheldur spælið eisini verur, skrímsl, plantur og lutir. Her eru eisini ymisk djór sum kýr, grísar og seyðir. Tú kanst eisini gera vápn sum t.d. bogar og svørð. Verðirnar í spælinum eru fyri tað mesta grasvaksnar. Tú kanst spæla saman við øðrum ella sjálvur. Í spælinum kanst fáast við námsarbeiði, berjast ímóti fíggindaligum verum ella savna ymiskt tilfeingi úr náttúruni. Tá ið tú byrjar at spæla, hevur tú einki tilfeingi og eingin amboð. Uppgávan er at yvirliva og at savna tilfeingi. Spælið snýr seg um at byggja afturat og at skaffa sær betri amboð.

Spælið verður róst fyri sína spæliuppliving og hevur vunnið virðislønir fyri eitt nú “Best Indie Game” og “Most Original Game”. Tað eru seld 144 milliónir Minecraft-spøl.



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið