Jump to content

Jarðber

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jarðber er átulig saftmikil reyð ber.

Jarðber ella urtagarðsjarðber (frøðiheiti Fragaria × ananassa) er ber í slektini Fragaria. Eitt jarðber er nógvar smáar fruktir, sum vaksa saman. Jarðber er tí nógvar smáar fruktir, sum sita á trútnaðum blómubotni. Fruktin er nøt. Jarðberjaplantan hevur nógvar sáðberar og nógvar sáðgongir. Seks vikur eftir, at plantan er sáað, fara jarðberini at búnast. Tá ið berini síðan eru búgvin, kanst tú heysta í seks vikur. Best verða berini, tá ið summarið er gott. Eisini er gott, at heystið árið fyri er gott, tí at blómuknapparnir vórðu til árið fyri, tá ið dagarnir aftur fóru at styttast. Besta tíð at planta jarðberjaplantu er á miðjum sumri. Men plantan fruktar ikki fyrr enn árið eftir. Jarðberini í Føroyum skulu vera tíðliga búgvin, tí okkara summar er stutt. Tvey sløg eru vanlig: berini ljósareyð og søt. Tey vaksa skjótari. Ella berini dimmareyð og súrlig og vaksa seinni.

Jarðberjaplantan stendur í fleiri ár. Plantan hevur jarðlegg, sum liggur í moldini, og úr jarðlegginum vaksa røtur. Jarðleggurin breiðir seg nógv. Oman á jørðini vaksa sprotar. Teir liggja fram eftir jørðini, og røtur koma á teir. Síðan slitna petti av legginum frá og verða nýggjar plantur.

Framleiðslulond

[rætta | rætta wikitekst]
Framleiðsla (tons) [1]
Pláss Land 2006 2007 2008 2009 2010 2011
1 USA USA (80 % í Kalifornia Kalifornia [2]) 1,090,436 1,109,215 1,148,350 1,270,640 1,294,180 1,312,960 (28.5 % av framleiðsluni í heiminum)
2 Turkaland Turkaland 211,127 250,316 261,078 291,996 299,940 302,416 (6.5 %)
3 Spania Spania 330,485 269,139 281,240 266,772 275,355 262,730 (5.7 %)
4 Egyptaland Egyptaland 128,349 174,414 200,254 242,776 238,432 240,284 (5.2 %)
5 Meksiko Meksiko 191,843 176,396 207,485 233,041 226,657 228,900 (4.9 %)
6 Russland Russland 227,000 230,400 180,000 185,000 165,000 184,000 (4 %)
7 Japan Japan 190,700 191,400 190,700 184,700 177,500 177,300 (3.8 %)
8 Suðurkorea Suðurkorea 205,307 203,227 192,296 203,772 231,803 171,519 (3.7 %)
9 Pólland Pólland 193,666 174,578 200,723 198,907 153,410 166,159 (3.6 %)
10 Týskland Týskland 173,230 158,658 150,854 158,563 156,911 154,418 (3.3 %)
11 Italia Italia 143,315 160,558 155,583 163,044 153,875 150,000 (3.2 %)
Heimurin 3,973,243 4,001,721 4,136,802 4,596,614 4,366,889 4,594,539
  1. "Faostat". Faostat.fao.org. 16 January 2013. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 19 June 2012. https://web.archive.org/web/20120619130038/http://faostat.fao.org/site/567/DesktopDefault.aspx?PageID=567#ancor. Heintað 9 March 2013. 
  2. http://www.grownincalifornia.com/fruit-facts/strawberry-facts.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið