Hjálp:HotCat
Appearance
HotCat er ein eyka funksjón til MediaWiki, ið er skrivað í javascript. Hon letur skrásettar brúkarar taka burtur, broyta og leggja bólkar afturat á Wikipedia. Funksjónin fer sjálvvirkandi at koma við uppskotum til ein bólk, eftirhvørt sum brúkarin byrjar at skriva.
Aktivering
[rætta | rætta wikitekst]Man aktiverar HotCat við at klikkja á Mínar Innstillingar og síðan fanablaðið Gadgets, og síðan í sektiónini "Navigering og rætting" krossa av í "HotCat". Síðan skal tú klikkja á "Goym innstillingar". So er funksjónin aktiverað – og tú kanst sláa hana frá aftur á sama hátt, um tú ikki ynskir at hava hana.
Brúkaraleiðbeining
[rætta | rætta wikitekst]Tað eru tveir mátar, ið ein kann nýta HotCat:
- Ein kann biðja funksjónina um at gera eina bólkabroyting, ið síðan sjálvvirkandi verður goymd. Um tú gert fleiri slíkar broytingar á henda hátt, so verður síðan goymd fleiri ferðir, hetta kanst tú sleppa undan við at gera sum greitt verður frá herundir.
- Tú kanst biðja funksjónina um at gera fleiri broytingar við bert einum "goym". Um tú ynskir at nýta henda mátan, so skalt tú byrja við at klikkja á (++) ið er øðrumegin við tekstin "Bólkar". Síðan fylgir tú leiðbeiningi, ið stendur her niðanfyri, og síðan klikkir tú á "Goym"-knappin til vinstru og síðan á "Goym síðu".
At leggja aftuat, taka burtur og broyta ein bólk
[rætta | rætta wikitekst]- Fyri at leggja ein bólk afturat, so skalt tú klikkja á (+)-teknið og byrja við at skriva. Síðan skal tú klikkja á "OK", fyri at goyma broytingina.
- Fyri at taka ein bólk burtur, so skalt tú klikkja á (-)-teknið, ið stendur høgrumegin teir bólkarnar, ið eru á síðuni frammanundan. Um tú klikkir á tað, so tekur tú bólkin burtur frá greinini.
- Um tú klikkir á (±)-teknið, so ber til at seta ein annan bólk í staðin fyri tann bólkin, ið longu eru har frammanundan.
Legg til merkis
[rætta | rætta wikitekst]- Um tú klikkir á upp-pílin, so ber til at finna tann yvirskipaða bólkin ella teir yvirskipaðu bólkarnar. Um tú klikkir á niður-pílin, so ber til at finna teir viðkomandi undirbólkarnir hjá bólkinum.
- Bólkar ið eru settir inn við fyrimyndum hava ikki knappar, eftirsum hesir hóast alt ikki kunnu broytast á aðrar mátar enn við at taka fyrimyndina (skabilónina) burtur.
- Um tú skiftir ein verandi bólk út ella leggur ein nýggjan afturat, so endar hesin millum teir síðstu bólkarnar.
- Um tú brúkar máta nummar 1, so verður broytingin gjørd sjálvvirkandi, tá ið tú hevur trýst á "OK", uttan at tær nýtist at fara umvegis rættingarvindeyga. Um tú álíkavæl ynskir at lata rættingargluggan upp, so kanst tú halda Ctrl-tastin niðri, meðan tú klikkir á "OK". (Alt-tastin, um tú nýtir eina mac teldu).