Deyðarevsing
Deyðarevsing er revsing við lívláti. 133 ST-limalond hava avtikið nýtslu av deyðarevsing antin í praksis ella umvegis lóggávu. Bert 25 lond framdu avrættingar í 2006, og bert seks lond stóðu fyri 91 prosentum av øllum avrættingunum. Hesi vóru: Iran, sum avrættaði í minsta lagi 177 fólk, harímillum fýra ungdómar; Irak, sum avrættaði í minsta lagi 65 fólk, harímillum ein ungdóm; Sudan í minsta lagi 65 fólk; Pakistan í minsta lagi 82 fólk; USA 53 fólk og Kina, sum avrættaði í minsta lagi 1010 fólk. Avrættingar verða mettar at vera ríkisloyndarmál í Kina og tí eru veruligu tølini nógv hægri, umleið 8000 avrættingar árliga.
Iran hevur undirskrivað altjóða sáttmálan um sivil og politisk rættindi og altjóða sáttmálan um barnarættindi og hevur harvið pliktað seg til ikki at avrætta persónar fyri brotsverk, ið persónarnir framdu, tá hesir vóru undir 18 ár. Hóast hetta hevur Amnesty International síðani 1990 skjalprógvað í minsta lagi 18 avrættingar av gerningsmonnum, ið vóru undir 18 ár, tá ið brotsverkini vórðu framd. Bert í 2005 avrættaði Iran í minsta lagi 8 persónar, ið vóru undir 18 ár.
Hvítarussland er einasta land í Evropa, sum framhaldandi nýtur deyðarevsing. Í Miðasia er rákið somuleiðis við at venda, og alt fleiri lond avtaka deyðarevsing. Í juni 2007 avtók Kirgisia deyðarevsing fyri vanlig brotsverk, og í Kasakstan hevur deyðarevsing ikki verið nýtt síðani 2003.
Í Afrika vóru 23 avrættingar í 2011. Fleiri afrikonsk lond hava longu avtikið deyðarevsing. Av teimum 53 londunum í Afriku hava 12 lond heilt avtikið deyðarevsing. Senegal avtók til dømis deyðarevsing í 2004, Fílabeinsstrondin í 2000, Suðurafrika í 1997 og Angola í 1992. Lond sum Mali, Algeria, Niger og Sambia teljast millum tey 14 londini, sum ikki hava framt nakra avrætting seinastu 10 árini, hóast tey formliga ikki hava avtikið deyðarevsing. Tað eru sostatt helmingurin, 27 afrikonsk lond, sum enn fremja avrættingar.
Sambandsríki Amerika er einasta landi á amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað fólk síðani 2003. Tær 43 avrættingarnar, ið vórðu framdar í 2011 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í 1990-unum.
Á Filipsoyggjunum varð deyðarevsing avtikin í 2006 og tað eru somuleiðis onnur framstig at hóma í Asia. Kina, ið hevur heimsmet í deyðarevsing, hevur tikið deyðarevsing upp til kjak og væntað verður, at talið av avrættingum fer at minka við 20–30 % í Kina komandi árini.
Í 1706 vórðu tvey hálvsystkin, lítið meira enn børn, hálshøgd í Tórshavn fyri blóðskemd, og hetta gjørdist samstundis seinasta deyðarevsind í Føroyum. Deyðadómur í friðartíð varð avtikin í Føroyum við gildissetingini av borgaraligu revsilógini frá 1930.
Tey londini sum í 2010 høvdu flestar avrættingar
[rætta | rætta wikitekst]Land | Avrættingar | |
1 | Fólkalýðveldið Kina | 6000+ |
2 | Iran | 252+ |
3 | Norðurkorea | 60+ |
4 | Jemen | 53+ |
5 | USA | 46 |
6 | Saudiarabia | 27+ |
7 | Libya | 18+ |
8 | Sýria | 17+ |
9 | Somalia | 8+ |
10 | Sudan | 8+ |
11 | Bangladesj | 7+ |
12 | Palestina | 5 |
13 | Egyptaland | 4 |
14 | Ekvatorguinea | 4+ |
15 | Teivan | 4 |
16 | Hvítarussland | 2 |
17 | Japan | 2 |
18 | Irak | 1+ |
19 | Maleisia | 1+ |
20 | Barein | 1 |
21 | Botsvana | 1 |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Amnesty fegnast um ST yvirlýsing móti deyðarevsing - Amnesty.fo Archived 2008-01-31 at the Wayback Machine
- Deyðarevsing 2005 - Amnesty.fo Archived 2007-11-18 at the Wayback Machine
- Hernaðarlig revsi- og rættargangslóg - Logting.fo
- Capital punishment - Ensk wikipedia
- Steðgið deyðarevsing - Amnesty.fo Archived 2007-11-18 at the Wayback Machine
- Deyðarevsing í Iran - Kvinna.fo Archived 2007-08-29 at the Wayback Machine