Sansibar
Appearance
Flagg (Sansibar) | Flagg (Tansania) |
---|---|
![]() |
![]() |
![]() | |
Land: | ![]() |
Høvuðsstaður: | Zanzibar |
Forseti: | Amani Abeid Karume |
Vídd: | 1,651 km² |
Íbúgvar (2004): | 1 070 000 |
Heimasíða: | Goverment of Zanzibar |
Tætt við strondina í Tansania er oyggin Sansibar (enskt; Zanzibar), og á vestaru síðu í oynni er havnabýurin Zanzibar, sum var arábiskur handilsstaður í 18. og 19. øld. Mangir trælir vórðu avskipaðir hiðani til arábisku londini. Týdningarmesta grøðin í oynni, kryddnelikur, varð eisini avskipaður hiðani. Kryddnelikur kom ikki í oynna fyrr enn í 1818: Kortini dyrkar einki annað land meiri kryddnelik enn Sansibar.