Jump to content

Sansibar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 5. jun 2012 kl. 23:37 av TjBot (kjak | íkøst) (r2.7.2) (bottur leggur aftrat: ckb:زەنگبار)
Sansibar
Landafrøði

Vídd 2,643 km²

Umsiting
Land Tansania Tansania
Íbúgvalæra
Fólkatal 1 155 065 (2008)
Íbúgvatættleiki 435 /km²

Sansibar (swahili: Jamhuri ya Watu wa Zanzibar, arábiskt: زنجبار) er ein lítil oyggj sum hoyrir til Tansania. Høvuðsstaðurin á Sansibar eitur Zanzibar City.Tætt við strondina í Tansania er oyggin Sansibar, og á vestaru síðu í oynni er havnabýurin Zanzibar, sum var arábiskur handilsstaður í 18. og 19. øld. Mangir trælir vórðu avskipaðir hiðani til arábisku londini. Á oynni høvdu arábar sítt høvdingasetur, og haðani róku teir trælahandil. Týdningarmesta grøðin í oynni, kryddnelikur, varð eisini avskipaður hiðani. Kryddnelikur kom ikki í oynna fyrr enn í 1818, kortini dyrkar einki annað land meiri kryddnelik enn Sansibar.

Tanganjika og Sansibar fingu sjálvstýri í 1960. Seinni hava Sansibar og Tanganjika kasta saman til eitt ríki, sum eitur Tansania. Londini eru partar í tí bretska heimsveldinum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Sí eisini