Trygdarráð ST
Trygdarráðið hjá ST er týdningarmesti stovnurin í ST [1]. Trygdarráðið er eitt ráð, ið tekur stórar avgerðir og kemur saman til fundar at fáa frið í lag, tá ið vandi er fyri, at kríggj brestur á ímillum lond. Høvuðsuppgávan hjá ráðnum er at varðveita frið og trygd. Trygdarráðið arbeiðir bæði fyribyrgjandi - við at ráða til semju, vera semingspartur og áseta meginreglur fyri friðarligum loysnum, og meira aktivt, um ein træta endar við kríggi. Tá kann Trygdarráðið senda friðarvarðveitandi herlið inn í øki og seta tvingsilsátøk og búskaparlig revsitiltøk í verk [2]. Herliðini eru ofta úr fleiri limalondum, men eru undir ST-yvirvaldi. Ráðið kann taka avgerð um, at lond, ið kríggjast, skulu fáa í lag vápnahvíld, ella tað kann gera av at senda friðarherlið at verja friðin. Trygdarráðið skal straks koma saman, um heimsfriðurin verður hóttur.
Trygdarráðið er samansett av 15 limalondum, fimm av hesum eru fastir limir. Hini tíggju londini verða vald fyri eitt tveyára tíðarskeið í senn. Trygdarráðið kann viðmæla nýggj limalond og ráða til burturvísing av limalandi, sum áhaldandi brýtur meginreglur stovnsins.
Núverandi limir
[rætta | rætta wikitekst]Í trygdarráðnum eru fimtan limir. Ráðið hevur fimm fastar limir - USA, Stórabretland, Frakland, Kina og Russland - og tíggju aðrar limir, sum sita 2 ár í senn. Hinir tíggju limirnir verða valdir fyri 2 ár í senn av landabólkum: Fimm úr Ásia og Afrika, tveir úr Vesturevropa, tveir úr Latínamerika (Mið- og Suðuramerika) og ein úr Eysturevropa. Avgerðir Trygdarráðsins hava bert gildi, um í minsta lagi níggju limir atkvøða fyri. Ráðið hevur víðar heimildir, men samstundis hava føstu limirnir sonevndan sýtingarrætt (vetorætt), tað er, at tey einsamøll kunnu sýta fyri, at ein avgerð, sum øll hini annars eru samd um, verður viðtikin. Undir Kalda krígnum nýttu Sovjetsamveldið og USA mangan hendan møguleika og løgdu tí Trygdarráðið lamið í long tíðarskeið.
- USA (fastur limur)
- Stóra Bretland (fastur limur)
- Frakland (fastur limur)
- Fólkalýðveldið Kina (fastur limur)
- Russland (fastur limur)
- Argentina (1. januar 2013 – 31. desember 2014)
- Avstralia (1. januar 2013 – 31. desember 2014)
- Ruanda (1. januar 2013 – 31. desember 2014)
- Luksemborg (1. januar 2013 – 31. desember 2014)
- Suðurkorea (1. januar 2013 – 31. desember 2014)
- Litava (1. januar 2014 – 31. desember 2015)
- Kili (1. januar 2014 – 31. desember 2015)
- Kjad (1. januar 2014 – 31. desember 2015)
- Jordan (1. januar 2014 – 31. desember 2015)
- Nigeria (1. januar 2014 – 31. desember 2015)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". http://www.fn.no/FN-informasjon/FNs-hovedorganer/Sikkerhetsraadet. Heintað 2013-06-29.
- ↑ http://www.un.org/en/sc/about/
Dótturfelagsskapir : Altjóða verkamannafelagsskapur Sameindu Tjóða (ILO) | Undirvísingar-, Vísinda- og Mentanarstovnur Sameindu Tjóða (UNESCO)
Barnagrunnur Sameindu Tjóða (UNICEF) | Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða (WFP) | Heilsufelagsskapur Sameindu Tjóða (WHO)
Høvuðsstovnar: Aðalsfundurin • Trygdarráðið • Búskapar- og Almannamálaráðið • Altjóða Dómstólurin • Aðalskrivstovan • Tilsjónarráðið