Jump to content

Tavo Burat

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tavo Burat
Føddur 22. mai 1932
Stezzano, Italia
Deyður 8. desember 2009
Biella, Italia
Flokkur Partito Socialista Italiano
Federazione dei Verdi


Tavo Burat (føddur Gustavo Buratti Zanchi 22. mai 1932 í Stezzano, deyður 8. desember 2009[1][2] í Biella) var Waldensiskur politikari og blaðmaður úr Italia.

Burat nýtti stóran part av lívi sínum til at verja tað piedmontesiska málið. Frá 1964 var hann skrivari í altjóða felagsskapinum, ið verjir mál og mentanir, ið eru hótt við at doyggja út. Hann stríddist serliga fyri piedmontesiskum og franco-provençal málunum.[3]

Hann var útbúgvin løgfrøðingur. Frá 1968 til 1994 undirvísti hann í fronskum á miðnámsskúlum. Hann stovnaði og var tann fyrsti ritstjórin á tí lokala tíðarritinum La Slòira,[4] hann ritstjórnaði eisini fjallaklintraratíðarritið ALP frá 1974 til 2009. Hann starvaðist eisini á Centro Studi Fra Dolcino[5] Í politiska lívi hansara vóru vistfrøðilig mál millum hjartamálini.

Politiska og mentanarliga lívsleiðin

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1956 - 1994 Býráðslimur í Biella
  • 1975 - 1984 Regionalur leiðari fyri Italska Sosialistaflokkin
  • 1970 - 1983 Assessor fyri Comunità montana Bassa Valle Elvo
  • Talsmaður fyri Teir Grønu í málum viðvíkjandi Piemonte landslutin
  • 2000 - 2009 National Councillor fyri Teir Grønu
  • 1974 - 2009 Samskipari av Centro studi dolciniani
  • Stovnari av Consiglio federativo della Resistenza di Biella.

Á italskum

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1957: Diritto pubblico nel Cantone dei Grigioni
  • 1974: La situazione giuridica delle minoranze linguistiche in Italia, dins I diritti delle minoranze etnico-linguistiche
  • 1976: In difesa degli altri, dins U. Bernardi, Le mille culture, Comunità locali e partecipazione politica
  • 1981: Decolonizzare le Alpi, dins Prospettive dell'arco alpino
  • 1989: Carlo Antonio Gastaldi. Un operaio biellese brigante dei Borboni
  • 1997: Federalismo e autonomie. Comunità e bioregioni
  • 2000: Fra Dolcino e gli Apostolici tra eresia, rivolta e roghi
  • 2002: L'anarchia cristiana di Fra Dolcino e Margherita (Ed. Leone & Griffa)
  • 2004: Eretici dimenticati. Dal Medioevo alla modernità (Ed. DeriveApprodi)
  • 2006: Banditi e ribelli dimenticati. Storie di irriducibili al futuro che viene (Ed. Lampi di Stampa)

Á piedmontesiskum

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1979: Finagi (Ca dë studi piemontèis)
  • 2005: Lassomse nen tajé la lenga, (ALP)
  • 2008: Poesìe, (Ca dë studi piemontèis)
  1. È morto Tavo Burat
  2. "È morto Tavo Burat. Che la terra ti sia lieve Gustavo". http://rifondazionebiella.it/altrobiellese/roberto/e-morto-tavo-burat-che-la-terra-ti-sia-lieve-gustavo. Heintað 2014-07-03. 
  3. A cosa “servono” le lingue locali? Parole profonde di Tavo Burat
  4. La Sloira – Associassion per la tua e la difusion dla Lenga e la Literatura Piemonteisa – Onlus
  5. "Centro Studi Fra Dolcino". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2022-01-21. https://web.archive.org/web/20220121113633/http://www.centrostudifradolcino.com/?page_id=11. Heintað 2014-07-03.