Norðsjógvurin
Norðsjógvurin er tann parturin av Atlantshavinum sum liggur millum Noreg og Danmark í eystri, Bretsku oyggjarnar í vestri og Týskland, Niðurlond, Belgia og Frakland í suðri. Í norði er 61. breiddarsirkul mark móti Norskahavinum, í eystri er linjan Lindesnes – Hanstholm móti Skagerrak, í suðri er linjan Calais – Dover móti Ensku kanalini. Í útnyrðingi gongur markið móti Atlantshavinum úr norðurenda Skotlands yvir Orknoyar og Hetland. Norðsjógvurin fevnir um eitt øki á 0,6 milliónir km², og støddin á vatnmongdini er 0,67 milliónir km³.
Av stórum áum, ið renna út í Norðsjógvin eru Elben við Cuxhaven, Weser við Bremerhaven, Ems við Emden, Rhinen og Maas við Rotterdam, Schelde við Vlissingen, Themsen og Humber við Hull.
Tað eru stórar mongdir av olju og náttúrugass undir havbotninum, og eitt lag av koli undir hesum.
Danir nevna Norðsjógvin fyri Vesterhavet.
Har ið Norðsjógvurin er djúpast er dýpið 690 metrar, í meðal er dýpið 95 metrar.