Nevada
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt (de facto) |
Høvuðsstaður: | Carson City |
Størsti býur: | Las Vegas |
Innlimað: | 31. oktober 1864 |
Guvernørur: | Steve Sisolak (D) |
Vídd: | 286 351 km² |
Íbúgvar (2014): | 2 839 099 |
fyri km²: | 9/km² |
Tíðarzona: | UTC -8 / -7 / -6 |
Heimasíða: | www.nv.gov |
Nevada (enskt: State of Nevada) er eitt stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 2,8 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Carson City og Las Vegas er størsti býurin. Í 1864 bleiv Nevada stakríki (statur) í USA. Í norðri hevur Nevada mark við Oregon og Idaho, í eystri við Utah, í suðri við Arizona, og í vestri við Kalifornia. Í oyðimørkini í Nevada er Las Vegas vorðin til ein stórbý, ferðavinnuni fyri at takka. Har býr meiri enn ein millión fólk. Tey flestu ferðafólkini fara hagar at vitja spæliskálar (casinos) og tílíkt. Størsta oyðimørkin í Norður Amerika er í Nevada, Great Basin Desert. Í Great Basin bakar sólin náðileyst, sandstormar leika, og ár kunnu ganga ímillum regnælini. Kortini er lív her, hóast summi av djórunum hava verið noydd at menna heilt løgnar hættir at yvirliva tann brennandi hitan. Hitin um dagin liggur omanfyri 40 stig um summarið, meðan vetrarnæturnar kunnu vera sera kaldar. Sandstormar herja við jøvnum millumbilum, og avfallið er bert 22 cm um árið. Minst í USA regnar tað í Nevada. Nevada er eisini eitt tað varmasta økið í heiminum, og er turrasta økið í USA.
Í 19.- og 20. øld vóru silvur og gull tey týdningarmestu metalini í Nevada. Heilt síðan 1860 hevur Nevada framleitt mest silvur í USA, men nú á døgum er tað Alaska. Eyknevni er Silvurstaturin (enskt: The Silver State). Í Nevada verður flestøll týðandi mineral fingin til vega - kopar, jarn, sink og onnur. Í 19. øld dró gullið nógv fólk vestureftir í Amerika. Nógvir býir vórðu til í sambandi við gullnámini, m.a. Virginia City. Enn kemur 79 % av øllum gulli, høgt verður í USA, haðan.[1]
Hvørt ár vitja milliónir av ferðafólkum tann ikoniska spælibýin Las Vegas.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Almenna málið í Nevada er enskt. Harumframt eru nógv í Nevada, sum tosa spanskt, serliga sunnarlaga í statinum og í stórbýunum. Nógvastaðni í Nevada veksur íbúgvatalið ikki úti á bygd. Tað er, tí at so nógv fólk flyta til býirnar. Í miðal búgva tríggir fjórðingar av fólkinum í USA í býum.[2] Í Nevada er talan um 94,2 prosent í 2015, sum búgva í býum.[3] Fá fólk búgva í oyðimørkunum. Stór øki eru oyðimerkur, har eingin býr. Hesar oyðimerkurnar eru einamest steinar, grót og grús. Fólkatættleikin í Nevada er í miðal um leið 9,5 fólk fyri hvønn km2 (Í Føroyum búgva 34 fólk fyri hvønn ferkilometur). Í Nevada búgva um leið 2,8 mió fólk. Hetta kann verða samanborið við Maryland og Massachusetts, sum til samans eru minni enn Nevada, men har eru um leið 13 milliónir íbúgvar.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Eystarlaga í California og í Nevada regnar so at siga aldri. Har er oyðimarkarveðurlag ella steppuveðurlag. Sama veðurlag er eisini nógva aðrastaðni í USA, til dømis í meginpartinum av Arizona. Har regnar sera sjáldan og óregluliga. Summi ár regnar als ikki. Í teimum fjølbygdu økjunum í Suður-Nevada regnar ov lítið. Fyri at fáa størri gagn av tí regninum, sum kemur niður í fjallalíðunum í Sierra Nevada, hava tey bygt veitir, vatnveitingar og vatnbyrgingar. Ein partur av Nevada verður nevndur hálvoyðimørk, tí har veksur eitt lítið sindur av grasi. Inni í statinum er øgiliga turt, og stórur munur er ofta á hitanum kaldastu og heitastu árstíðina. Har er heitt alt árið. Næstan allastaðni inni í statinum er oyðimarkarveðurlag. Har er heitar, stórar oyðimerkur. Aðrastaðni inni í statinum er steppuveðurlag. Mesti vøksturin har er runnar og einstøk trø.
Veðurlag
[rætta | rætta wikitekst]Veðurlagið í Nevada er sera heitt, tí har sær sólin hvønn einasta dag frá morgni til myrkurs frá skýleysum himli. Hitin verður tí óførur um dagin, eini 30-40 °C (86-104°F) stig í skugganum. Í slíkum hita verður jørðin ógvuliga heit. Men tá ið sólin fer niður, kólnar brádliga, og náttin er ofta so køld, at hon liggur um frostmarkið. Hesin stóri munur á hitanum á degi og nátt ger, at tann bera hellan spreingist í óførar klettar, sum aftur molna sundur til sand, eyr og møl. Lítið fólk býr inni í statinum. Sjáldan regnar, og tað mesta er oyðimørk. Nógva staðni fýkur sandurin og legst í ómetaliga stórar heyggjar.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Nevada er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA, Nevada er fjórði staturin við undanvali (í februar). Valskipanin í USA er eisini soleiðis skrúvað saman, at fyri at sleppa høgt upp á uppstillingarlistan, mást tú fáa nógvar atkvøður á tí, sum verður rópt undanvalinum. Hetta valið verður hildið áðrenn veruliga forsetavalið. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir, finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í Nevada, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum í USA. Í Nevada skulu seks valfólk veljast.
Nevada er ein svingstatur. Í lutstatinum er Steve Sisolak guvernørur. Hann er limur í Demokratiska flokkinum.
Í 1972 varð deyðarevsing forbjóðað í øllum USA eftir at Hægstirættur í USA hevði staðfest, at hon stríddi ímóti stýrisskipanini. Men eftir eina nýggja hægstarættaravgerð varð revsingin aftur loyvd í 1976. Deyðarevsing er í gildi í Nevada. Síðan 1976 eru 1303 fólk avrættað í U.S.A. - av teimum 12 í Nevada. Uml. 80 fólk hava nú deyðadóm í Nevada - 83 deyðadømd fólk sita í fongsli (death row) har í 2013.
Nevada er einasta stakríki í USA, har sum skøkjulevnaður er lógligt.[4]. Skøkjuvirksemi er ólógligt allastaðni í USA uttan um í Nevada.
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir 10 størstu býirnir í Nevada eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[5]
- Las Vegas - 651 319
- Henderson - 320 189
- Reno - 255 601
- North Las Vegas - 251 974
- Paradise - 240 000
- Spring Valley - 220 000
- Sunrise Manor - 200 000
- Enterprise - 180 000
- Sparks - 104 246
- Carson City - 55 414
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
Sólarris nærindis Reno.
-
Winnemucca
-
Las Vegas
-
Carson City
-
Little Finland
-
Valley of Fire State Park
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: www.nv.gov
- Nevada, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 39°0′0″N 117°0′0″W / 39.00000°N 117.00000°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Nevada slips in global gold output," Mining Engineering, October 2010, p.13.
- ↑ http://www.census.gov/prod/cen2010/cph-2-1.pdf
- ↑ http://www.census.gov/prod/cen2010/cph-2-30.pdf
- ↑ http://www.businessinsider.com/prostitution-legal-nevada-prostitutes-brothels-sex-2011-12?op=1
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Nevada - Major Cities, citypopulation.de