Jump to content

Maldivoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
ދިވެހިރާއްޖޭގެ ޖުމްހޫރިއްޔާ
Flagg Maldivoyggjar
(Flagg Maldivoyggjar)
Skjaldarmerki Maldivoyggjar
(Skjaldarmerki Maldivoyggjar)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: "Gaumii Salaam"
Alment mál Divehi
Høvuðsstaður Malé
Forseti Mohamed Muizzu (މުޙައްމަދު މުޢިއްޒު)
Varaforseti Hussain Mohamed Latheef (ހުސައިން މުހައްމަދު ލަތީފް)
Fullveldi 26. juli 1965
(frá Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
298 km²
97 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
394 451
1,102.5/km²
Gjaldoyra Rufiya (MVR)
Tíðarøki UTC +5
Økisnavn á alnetinum .mv
Telefonkota +960

Maldivurnar (Divehi ދިވެހިރާއްޖޭގެ ޖުމްހޫރިއްޔާ) eru í Indiska Havinum. Maldivurnar eru 1190 oyggjar, har fólk búgva á 162. Í miðal eru tær bert 50 m. yvir sjóvarmálanum. 394 451 fólk búgva á Maldivunum við inntøku frá fiski- og ferðavinnu. Valutain hjá teimum eitur rufiya. Høvuðsstaðurin eitur Malé. Landið er 100 % sunni islamskt. Oyggjaríkið Maldivurnar liggur í meðal bert hálvan annan metur omanfyri sjóarmálan, hægsta punktið í landslagnum er minni enn hálvan triðja metur høgt.

Maldivurnar vinna nógvan pening upp á ferðafólkavinnu [1]. Maldivurnar eru raktar av harðari búskaparkreppu í 2012. Fíggjarlógin hevur eitt undirskot uppá 34 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ), fyrst og fremst orsakað av fallandi inntøkum frá ferðavinnuni.

Oyggjabólkurin er 298 ferkilometrar í stødd (á stødd sum Eysturoy).

Veðurlagsbroytingar

[rætta | rætta wikitekst]

Maldivurnar eru í vanda fyri at fara undir heilt, orsakað av globalu upphitingini. Frítíðarparadísið í Indiska Havinum søkkur spakuliga til botns. Í 2007 ávaraði ST-veðurlagsstovnurin (IPCC) um, at ein vatnhækking í heimsins høvum uppá millum 18 og 59 cm. í 2100 fór at beina fyri møguleikunum at búleikast í oyggjarbólkinum í Indiska Havinum. Gongur tað so galið, sum ringastu spádómarnir hjá veðurlagsgranskarunum siga, er meginparturin av Maldivunum skolaður í havið, áðrenn henda øldin er av. Oyggjarbólkurin er eitt av teimum londunum í heiminum, sum er harðast rakt av veðurlagsbroytingunum, og sum hevur mest brúk fyri hjálp frá umheiminum. Heili 90 prosent av oyggjarbólkinum liggja minni enn ein metur yvir havyvirflatuni. Forsetin hevur fyrr sagt, at stjórnin sparir saman til at keypa ein landageira í Sri Lanka, India ella Avstralia, sum kann hýsa maldiviska fólkinum í framtíðini, tá oyggjarnar fara undir heilt. Umleið 394 000 fólk búgva í Maldivunum, sum umfata uml. 1200 oyggjar, harav 160 eru bygdar.

  1. http://snl.no/Maldivene
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið