Limfjørðurin
Limfjørðurin er eitt sund í Danmark, sum liggur í norðara partinum av Jútlandi. Sundið er er 180 km langt, kloyvir Jútland heilt úr Hals til Thyborøn og skilur sostatt Norðurjútland, sum er næststørsta oyggin í Danmark, frá restini av Jútlandi.
Danski býurin Aalborg liggur báðumegin fjørðin. Limfjordsbrúgvin bindur býarpartarnar norðan fyri og sunnan fyri fjørðin saman. Eitt sindur longri vesturi fer Aggersundbrúgvin um Limfjørðin og bindur saman Himmerland og býurin Aggersund. Oddesundbrúgvin bindur saman Struer og Thyholm. Heilt vestarlaga liggur Thyborøn við fjarðarmunnan á Limfjørðinum út til Vesturhavið.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]"Limfjorden - By- og Landskabsstyrelsen". blst.dk. 30. juli 2009. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-19. http://archive.today/hpR1z.