Juan Carlos
Juan Carlos I (ella Juan Carlos Alfonso Víctor María de Borbón y Borbón-Dos Sicilias) (føddur 5. januar 1938 í Rom í Italia) var kongur í Spania 1975-2014. Juan Carlos gjørdist sera væl umtóktur í Spania, tá hann gekk undan at geva landinum eina fólkaræðiliga stýrisskipan, eftir at einaræðisharrin Francisco Franco var deyður í 1975. Juan Carlos var so ovasti fyri spanska kongshúsinum í 39 ár. Spania hevur havt eina ógvusliga framgongd, síðani demokratiðið við Juan Carlos á odda, aftur varð sett á stovn eftir eina lemjandi tíð undir einaveldinum hjá Francisco Franco. Teir 17 landspartarnir, sum eisini í forðum hava verið sjálvstøðug kongaríki, fingu eitt slags sjálvstýri aftur. Carlos giftist í 1962 Sofia drotning, og saman eiga tey tvær døtur og núverandi kongin, Felipe.
Juan Carlos hevði stóra undirtøku í fólkinum, tá hann tók við valdinum eftir Francisco Franco, generali, sum var einaræðisharri. Men seinastu árini hava fleiri gølur rakt kongshúsið, og tí er undirtøkan minkað. Í 2012 fóru kongurin til Afrika at ferðast, samstundis sum Spania var í djúpari búskaparligari kreppu. Dóttir hansara, Cristina prinsessa, er eisini vavd upp í eina gølu um svik og mutur, og tað hevur gjørt umdømi hjá kongshúsinum uppaftur verri. Ein kanning í februar 2015 vísti, at 62 prosent av teimum spurdu søgdu, at 76 ára gamli Juan Carlos eigur at leggja frá sær og lata soninum trónuna.[1]