Charlie Hebdo
Charlie Hebdo er eitt franskt keipublað (satiriskt viku-tíðarrit). Redaksjónin heldur til í Paris. Tey ið skriva og tekna fyri blaðið eru dulnevnd, men veruligu nøvn teirra eru tó vælkend. Hin 7. januar 2015 varð eitt álvarsamt yvirgangsálop framt móti Charlie Hebdo, har ið 12 fólk doyðu og 11 vóru særd. Millum tey myrðu vóru 3 kendir teknarar og ábyrgdarblaðstjórin á blaðnum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tíðarritið varð fyrstu ferð stovnað í 1969, men datt niður fyri aftur í 1981 og lá stilt í til tað var endurstovnað í 1992 og er komið út síðan. Broddurin í satiruni er rættaður móti politiskum valdshavarum, átrúnaðarligum leiðarum og øðrum stovnum, eitt nú móti løgregluni, og ofta er satiran víst í tekningum.[1]
Charlie Hebdo endurprentaði í 2006 Muhammedtekningarnar, ið upprunaliga vóru prentaðar í Jyllands-Posten. Tíðarritið er fleiri ferðir stevnt av muslimskum samfeløgum í Fraklandi, eitt nú eftir at tey endurprentaðu Mohammed-tekningarnar, men tíðarritið varð fríkent fyri ákærurnar hin 22. mars 2007. Í 2011 varð hølið, har redaktiónin hjá blaðnum helt til, álopið við einari molotovkokteil, og hølið brendi í grund. Álopið hendi um náttina, og ongin fólkaskaði var.[2]
Yvirgangsálopið 7. januar 2015
[rætta | rætta wikitekst]Hin 7. januar 2015 var redaktiónin álopin av fleiri vápnaðum persónum við Kalashnikov-byrsum. Í minsta lagi tólv fólk doyðu, og í minsta lagi 11 fólk fingu skaða.[3] Sambært Fraklands forseta var talan um eitt yvirgangsálop.[4] Fýra av teimum dripnu vóru teknararnir Cabu, Charb, Tignous og Wolinski. Seinni sama kvøld sum álopið var framt, kom tað fram, at franska løgreglan visti hvørjir teir tríggir álopsmenninir vóru, sambært løgregluni vóru teir føddir í Fraklandi, men av algirskum uppruna, tveir brøður og ein heimleysur maður, hvørs tjóðskapur ikki var kendur. Brøðurnir vóru Saïd Kouachi og Chérif Kouachi, tann heimleysi maðurin var Hamyd Mourad.
Hendingin er ta blóðugasta hópdráp, ið er framt á franskari jørð síðan 1989.[5][6][7]
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Schofield, Hugh. "Charlie Hebdo and its place in French journalism". BBC. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-15551998. Heintað 2. juni 2012.
- ↑ "Redaktionen förstördes av en bomb 2011". Dagens Nyheter. http://www.dn.se/nyheter/varlden/redaktionen-forstordes-av-en-bomb-2011/. Heintað 5. januar 2015.
- ↑ "Tolv döda i attack mot satirtidning". 7. januar 2015. http://www.dn.se/nyheter/varlden/tolv-doda-i-attack-mot-satirtidning/. Heintað 5. januar 2015.
- ↑ "Charlie Hebdo: Gun attack on French magazine kills 12", BBC News, heintað hin 7. januar 2015
- ↑ "Gunman Kills 14 in Rampage Through French Village". Chicago Tribune. 13 July 1989. http://articles.chicagotribune.com/1989-07-13/news/8902170133_1_christian-dornier-luxiol-shooting-rampage. Heintað 7 January 2015.
- ↑ "Gunman's Rampage in France Leaves 14 Dead". Los Angeles Times. 13 July 1989. http://articles.latimes.com/1989-07-13/news/mn-4502_1_half-hour-rampage. Heintað 7 January 2015.
- ↑ "Farmer Kills 14 in Shooting Spree; His Mother, Sister Die". AP News Archive. 13 July 1989. http://www.apnewsarchive.com/1989/Farmer-Kills-14-In-Shooting-Spree-His-Mother-Sister-Die/id-25396571d604d41b333f8b44bfb57d99. Heintað 7 January 2015.