Jump to content

Albania

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Republika e Shqipërisë
Lýðveldið Albaniu
Flagg Albania
(Flagg Albania)
Skjaldarmerki Albania
(Skjaldarmerki Albania)
Tjóðarslagorð: E mos shikoni kisha e xhamia:/ feja e shqyptarit asht shqyptaria!
Tjóðsangur: Rreth flamurit të përbashkuar
Alment mál Albanskt
Høvuðsstaður Tirana
Forseti Ilir Meta
Løgmaður Edi Rama
Fullveldi 1912
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
28 748 km²
4,7%
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
2 821 977
98,5/km²
Gjaldoyra Lek (ALL)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .al
Telefonkota +355

Albania (albanskt: Republika e Shqipërisë) ella Lýðveldið Albania er eitt lýðveldi í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Tirana, og londinum hevur umleið 2,8 millionar íbúgvar. Albania hevur mark við 4 lond: Í norðri hevur Albania mark við Montenegro, í eystri við Kosovo og Makedónia, og í suðri við Grikkaland. Høvuðsmálið er albanskt. Stórur partur av Albania er fjallalendi.

Í øldir stóð landið undir Osmannaríkinum, og tá ið turkar fóru haðan í 1913, var Albania illa fyri á øllum økjum; har vóru hvørki vegir ella jarnbreytir, og ídnaður var eingin. Næstan alla 20. øld hevur Albania verið fasistisk kongsveldi og kommunistisk einaræðisland. Í 1991 vóru fræls val. Albanar stríðast nú við at umskipa búskapin og menna landið.

Frá 1944 til 1985 stýrdi kommunistiski einaræðisharrin, Enver Hoxha (16. oktober 190811. apríl 1985), Albania. Meðan hann stýrdi, varð landið fullkomiliga avbyrgt frá hinum londunum í Evropa. Markið til gamla Jugoslavia og Grikkalands varð stongt, og eisini varð alt samband við Italia bannað. Eftir 1960 hevði Albania bara handilssamband við Kina, og allur flutningur skuldi bara fara um teir báðar havnabýirnar Durres og Vlore. Kommunistarnir mentu stálídnaðin, men lótu landbúnaðin liggja á láni og gjørdu annars einki at menna landið.

Ættin ella húskið hava nógv at týða í Albania, og bara fá ár eru síðan, at myndugleikarnir eggjaðu hjúnum at eiga mong børn. Frá barnsbeini verða albanar lærdir at verða orðhaldnir, á albanskum "besa". Stendur maður ikki við sítt orð, til dømis í einari handilsavtalu, er tað stór skomm.

Albania er ímillum allar fátækastu lond í Evropa. Lítið arbeiði er í Albania, og lønin er lág. Um triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, hin triðingurin arbeiðir í ídnaðinum og tænastuvinnuni. Seinastu árini eru mangir albanar farnir til Grikkalands og Italia at arbeiða.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Meginparturin av landinum er fjallalandi og einans nýtiligt sum geitar- ella seyðabeiti.

Landslutir

[rætta | rætta wikitekst]
Landslutur í Albania
Landslutur Øki Høvuðsstaður
1 Berat Berat, Kuçovë, Skrapar Berat
2 Dibër Bulqizë, Dibër, Mat Peshkopi
3 Durrës Durrës, Krujë Durrës
4 Elbasan Elbasan, Gramsh, Librazhd, Peqin Elbasan
5 Fier Fier, Lushnjë, Mallakastër Fier
6 Gjirokastër Gjirokastër, Përmet, Tepelenë Gjirokastër
7 Korçë Devoll, Kolonjë, Korçë, Pogradec Korçë
8 Kukës Has, Kukës, Tropojë Kukës
9 Lezhë Kurbin, Lezhë, Mirditë Lezhë
10 Shkodër Malësi e Madhe, Pukë, Shkodër Shkodër
11 Tirana Kavajë, Tirana Tirana
12 Vlorë Delvinë, Sarandë, Vlorë Vlorë

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið