23. desember
Appearance
Nov - Des - Jan | ||||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | |||
5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
Kalendari fyri 2024 Allir dagar |
23. desember er dagur 357 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 358 um skotár er). 8 dagar eru eftir av árinum. Dagurin kallast eisini tollaksmessa.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1913 - 19 menn úr Norðoyggjum sjólátast við trimum bátum – ein úr Kunoy, ein av Skarði og ein úr Norðdepli. Hendingin ger, at Skarðs bygd á Kunoynni nøkur ár seinni avtoftast. Tíggju dagar frammanundan gekk ein svínoyarbátur burtur. Tilsaman fórust 25 menn teir báðir vannlukkudagarnir í desember 2013, og eftir teir sótu 15 einkjur og 39 børn vóru faðirloysingar.
- 1919 - Stóra Bretland ger ein nýggja grundlóg fyri India. India gerst sjálvstøðugt land í 1947.
- 1986 - Voyager gerst fyrsta flogfarið, ið flýgur runt jørðina uttan at steðga. Flogskiparar vórðu Dick Rutan og Jeana Yeager. Ferðin tók nýggju dagar og byrjaði og endaði Edwards Air Force Base í Mojave oyðimørkini í USA.
- 1990 - 88.5% av veljarunum í Slovenia atkvøða fyri loysing frá Jugoslavia í eini fólkaatkvøðu
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1777 - Alexander 1., russiskur keisari (d. 1825)
- 1918 - Helmut Schmidt, týskur kanslari (d. 2015)
- 1933 - Akihito, japanskur keisari.
- 1943 - Bárður Jákupsson, føroyskur málari.
- 1943 - Silvia Sommerlath, svensk drotning.
- 1950 - Vicente del Bosque, spanskur fótbóltsleikari og -stjóri.
- 1967 - Carla Bruni, italsk-fronsk songkvinna og forsetafrú.
- 1979 - Kenny Miller, skotskur fótbóltsleikari.
- 1985 - Harry Judd, enskur tónleikari.
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 1193 - Tollakur Torhallsson, íslendskur biskupur (f. 1113)
- 2013 - Mikhail Kalashnikov (f. 1919)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |