Jump to content

Míl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 30. okt 2020 kl. 12:06 av 2003:cf:3f05:e3a3:5db3:acf2:4cee:d169 (kjak) (Nógv brúktar)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Ein míl er eitt longdarmát, sum er rættiliga ymiskt úr einum landi í annað, og sama landið kann hava ymiskar míl. Orðið míl kemur umvegis miðlágtýskt úr latíni 'milia (passuum)', sum merkir túsund (fet).

Tann gamla danska mílin var formliga avtikin sum eind í Danmark (og Føroyum) í 1907, tá metrisk eindarmát vórðu sett í gildi.

Ymsar míl

[rætta | rætta wikitekst]

Nógv brúktar

[rætta | rætta wikitekst]

Hesar mílir verða enn nógv brúktar. Sjómíl (fjórðingur) verður nýtt á sjónum og í flogferðslu um allan heimin. Ensk míl verður nýtt í enskttalandi heiminum. Munurin millum enska og amerikanska míl er so lítil, at hann vanliga ikki ger nakran mun. Ensk míl verður eisini nevnd international mile ella bara mile (úttalað meil).
Eftir at meturskipanin varð sett í gildi í Noregi og Svøríki, viðtóku londini bæði í 1889, at ein míl hereftir skuldi vera 10 000 metrar. Tann mílin verður framvegis brúkt í hesum báðum londunum, men so gott sum onga aðra staðni.

Navn Longd í metrum
Ensk míl (brúkt í m.a. USA og UK)     1 609,344
Amerikonsk míl (U.S.Survey mile)     1 609,34722
Sjómíl (fjórðingur)     1 852
Norsk-svensk míl (síðani 1889)   10 000

Hesar eindirnar verða vanliga ikki brúktar longur og hava mest søguligan týdning.

Navn Longd í metrum
Donsk míl         7 532,48
Donsk sjómíl         1 851,11
Geografisk míl (international)         1 855
Geografisk míl (gl. donsk og týsk)         7 421,43
Gomul norsk míl (til 1889)       11 295
Gomul svensk míl (til 1889)       10 689
Gomul finsk míl (til 1889)       10 670
Rómversk míl uml. 1 480
Russisk míl         7 468
Svensk sjómíl         7 420,44