GPS (stytting fyr Global Positioning System) er ein skipan, sum kann staðseta støð á jørðini við fylgisveinum. Yvir tredivu fylgisveinar eru í ringrás kring jørðina. Ein GPS-móttakari er eitt tól, sum kann rokna frástøðuna til fylgi­sveinar. Um GPS-móttakarin fær frástøðuna til 3 fylgisveinar, kann hann rokna positiónina á jararyvirflatanum. Um móttakarin fær frástøðuna frá 4 fylgisveinum, kann hann eisini rokna hæddina. Mest vanligu nýtsluøkini fyri GPS’arar er í skipum, bátum og bilum. GPS-móttakarin hevur ymisk kort, soleiðis at tú altíð sært, hvar tú ert. Í nøkrum GPS-móttakarum til bilar kanst tú eisini hoyra eina rødd, sum sigur tær, hvussu tú skalt koyra fyri at koma til tað staðið, sum tú hevur sligið inn á tólið.

GPS-móttakari.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið