Syðradalur, Kalsoy
Syðradalur | |
Sydredal (danskt) | |
Bygd | |
Syðradalur
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Kalsoy |
Kommuna | Húsa kommuna |
Íbúgvar | 5 (January 2021)[1] |
Postnummur | FO-795 |
Markatal | 16-12-00 mk.gl.sk. |
|
Syðradalur er sunnasta bygdin á Kalsoynni. Syðradalur er ein niðursetubygd frá fyrst í 19. øld; hon er bygd í 1812. Bygdin lá áður á vestursíðuni og æt Blankskáli, men vegna skalvalop á vári í 1809 fluttu blankskálafólk millum 1810 og 1816 eysturum til Syðradals at búgva av tí, at har er eingin vandi fyri skalvalopi. Eingin mansskaði hendi av lopinum. Fýra hús vóru á Blankskála, og har búðu 29 fólk tá. Tá ið liðugt var at flyta til Syðradals í 1816, vóru 5 hús. Fimta húsið varð nevnt ”har Uppi”.
Í slupptíðini hoyrdu 2 skip til Syðradal: M/S Bjørgvin (Julius Clementsen á Dunganum) og M/S Gudrun (Inni í Húsi). Fleiri syðradalsmenn vóru skiparar á t.d. Klaksvíks - og Havnaskipum. Syðradalsmenn vóru við sluppunum um summarið, og veturin varð nýttur til útróður við maskinbátum. Bygdin fekk el - orku frá SEV í 1966 og ferjulegu í 2005. Á Syðradali er ferjulega, sum er dagliga sambandið til og úr oynni.
Hóast Syðradalur er tann av teimum fýra bygdunum á oynni, sum lættast slepst til, so er hon kortini tann bygdin á Kalsoynni, ið hevur minsta fólkatalið. Hinvegin er Syðradalur ein vælumtókt frítíðarbygd.
Minnisvarðin á Syðradali yvir deyð á sjónum varð reistur í 2000.
Í sambandi við veitsluhald á vetri, var Syðradalur jólabygd.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Hagstova.fo". https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB01/fo_vit_md_t.px/table/tableViewLayout2/.[deyð leinkja]