Jump to content

Surinam

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Republiek Suriname
Tjóðveldið Surinam
Flagg Surinam
(Flagg Surinam)
Skjaldarmerki Surinam
(Skjaldarmerki Surinam)
Tjóðarslagorð: "Justitia – Pietas – Fides"
Tjóðsangur: "God zij met ons Suriname"
Alment mál Niðurlendskt
Høvuðsstaður Paramaribo
Forseti Chan Santokhi
Varaforseti Ronnie Brunswijk
Fullveldi 25. november 1975
(frá Niðurlond)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
163,821 km²
1.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
560 157
2.9/km²
Gjaldoyra Surinamskur dollari (SRD)
Tíðarøki UTC -3
Økisnavn á alnetinum .sr
Telefonkota +597

Tjóðveldið Surinam (niðurlendskt Republiek Suriname) er eitt land í Suðuramerika. Landið æt fyrr Niðurlendska Gujana. Bretar løgdu landið undir seg í 1650-árunum, men í 1667 lótu teir niðurlendingum tað í býti fyri oynna Nýamsterdam, nú Manhattan í New York. Surinam loysti frá Niðurlondum í 1975 og gjørdist frælst ríki. Einir 200 000 surinamar búgva og arbeiða í Niðurlondum, haðan senda teir ættfólkum sínum í heimlandinum pening at liva av. Høvuðsstaðurin í Surinam er tætt við strondina. Húsini og byggilistin og gøtunøvn sum til dømis "Konigstraat" bera boð um, at býurin hevur verið niðurlendskur. Flestu húsini eru av viði, eisini St. Pæturs- og St. Paulus-kirkja við sínum høgu spírum. Kirkjan varð bygd í 19. øld. Annaðhvørt fólk í Surinam býr í Parimaribo.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið