Hjúnaband
Hjúnaband ella hjúnalag er ein samfelagslig sambinding ella løgfrøðilig avtala millum tveir persónar, í summum samfeløgum er tó loyvt einum manni at hava fleiri konur, men í vesturheiminum er hetta ikki loyvt. Fyrr í tíðini var hjúnabandið bert loyvt millum tvey av ymiskum kyni, í Føroyum er tað enn soleiðis, men í nógvum øðrum londum, er tað nú loyvt tveimum av sama kyni antin at giftast ella at ganga saman í skrásett parlag. Í Føroyum er hvørki loyvt. Tvey sum giftast fáa nøkur rættindi og nakrar skyldur mótvegis hjúnafelagnum. Rættindini kunnu t.d. vera at arva hjúnafelagan, tá hesin doyr, hetta er eisini galdandi fyri ávísar pensjónir vm. Skyldur yvirfyri hjúnafelagnum kunnu t.d. vera at uppihalda hjúnafelagnum, um annar vinnur meira pening enn hin. Lógir eru ofta orðaðar alt eftir, um fólk er gift ella ikki. Í summum londum eru lógir nú broyttar, soleiðis at sambúgvandi pør eisini fáa ávisar skyldur og rættindi, sum gift hjún hava. Hetta kann t.d. vera galdandi við peningaligum veitingum frá tí almenna.
Í nógvum mentanum kring heimin er eitt hjúnaband ofta knýtt saman við ymiskum ritualum og hátíðarhaldi.
Í Føroyum kunnu fólk velja at vígast í kirkju ella í øðrum kristiligum ella øðrum átrúnaðarligum samkomum, ella borgarligt. Ein borgarlig vígsla kann t.d. fara fram á einari politistøð ella hjá borgarstjóranum. Størstiparturin av føroyingum giftast í kirkju.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]