1928
Appearance
Árstal |
1925 1926 1927 – 1928 – 1929 1930 1931 |
Áratíggju |
1910-árini – 1920-árini – 1930-árini |
Øldir |
19. øld– 20. øld – 21. øld |
1928 (MCMXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt leypár, ið byrjaði á einum sunnudegi.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 1. januar - Estland skiftir gjaldoyra frá mark til kroon.
- 28. januar - Løgtingsval er í Føroyum.
- 23. mars - Sluppin "Acorn" úr Klaksvík liggur við Ísland og fiskar, tá hon verður rakt av einum stórum sjógvi, sum ger, at sjógvur kemur niður í lugarið og fyllir ein karbiddunk, sum spreingist. Av spreingingini doyggja 6 mans beinan vegin, og ein sjeyndi doyr nakrar dagar seinri av brandsárum.
- 12. apríl - Eitt bumbuálop, ætlað italska fasistleiðaranum Benito Mussolini, hevur við sær, at 17 óskyldig lata lív.
- 14. apríl - Tveir jarðskjálvtar í Bulgaria hava við sær, at 21 000 bygningar oyðileggjast og næstan 130 lata lív.
- 22. apríl - Ein jarðskjálvti í Grikkalandi hevur við sær, at 200 000 bygningar oyðileggjast.
- 9. mai - Føroya KFUK skótar settar á stovn.
- 10. mai - Fyrstu regluligu sjónvarpsendingarnar byrja í New York, USA.
- 15. mai - Disney Studios útgevur stuttfilmin Plane Crazy. Hetta er fyrstu ferð, Mickey og Minnie Mouse eru at síggja.
- 23. mai - Eitt bumbuálop á italsku sendistovuna í Buenos Aires, Argentina, hevur við sær, at 22 lata lív og 43 verða meiðslað.
- 17. - 18. juni - Amelia Earhart verður fyrsta kvinnan, ið flýgur tvørtur um Atlantshavið, hesu ferð sum ferðafólk. Wilmer Stultz flýgur flogfarið.
- 3. juli - Skotski uppfinnarin John Logie Baird vísir fram heimsins fyrsta litsjónvarp.
- 3. september - Alexander Fleming enduruppfinnur pensilin av óvart, á St. Mary's sjúkrahúsinu í London, Englandi.
- 16. september - Ódnarstormur í Florida, USA, hevur við sær, at 2 500 lata lív.
- 12. oktober - Respiratorur verður nýttur fyri fyrstu ferð á barnasjúkrahúsinum í Boston, USA.
- 2. november - Filmframleiðarin Metro-Goldwyn-Mayer fær eyðkendu leyvuna Telly sum búmerki.
- 6. november - Herbert Hoover vinnur tað amerikanska forsetavalið.
- 18. november - Disney Studios útgevur stuttfilmin Steamboat Willie, triðji filmurin sum Mickey Mouse hevur høvuðsleiklut í, men fyrsti talufilmurin hann var í og Disney gav út.
Ókendar dagsetningar
[rætta | rætta wikitekst]- Joseph Stalin byrjar 5 ára verkætlanina (frá 1928 til 1932 fellur miðallønin við 50% í Sovjetiska Samveldinum)
Ítróttir
[rætta | rætta wikitekst]- 11. - 19. februar - Vetrar OL hildið í St. Morits í Sveis. Norska skoytudrotningin Sonja Henie vinnur sítt fyrsta OL-gull av fleiri.
- 28. juli - 12. august - Summar OL verður hildið í Amsterdam, Hollandi. Coca-Cola stuðlar leikunum.
List
[rætta | rætta wikitekst]Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]The Tower hjá W.B. Yeats.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 26. februar - Fats Domino, amerikanskur tónleikari.
- 18. mars - Fidel V. Ramos, filipinskur forseti (d. 2022)
- 12. apríl - Hardy Krüger, týskur sjónleikari (d. 2022).
- 23. apríl - Shirley Temple, amerikanskur sjónleikari og diplomatur (d. 2014)
- 4. mai - Hosni Mubarak, fyrrverandi forseti í Egyptaland (d. 2020).
- 12. mai - Burt Bacharach, amerikanskur sangskrivari (d. 2023)
- 14. juni - Che Guevara, cubanskur kollveltingarleiðari (d. 1967)
- 26. juli - Stanley Kubrick, amerikanskur filmsleikstjóri (d. 1999)
- 6. august - Andy Warhol, amerikanskur listamaður (d. 1987)
- 3. oktober - Kåre Willoch, fyrrverandi norskur politikari og forsætisráðharri (d. 2021)
- 6. november - Agnar Nielsen, fyrrverandi stjóri á Vestmanna skipasmiðju og løgtingsmaður (SB) (d. 2020).
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 4. februar - Hendrik Antoon Lorentz, niðurlendskur alisfrøðingur og støddfrøðingur (f. 1853)
- 18. juni - Roald Amundsen, norskur ransóknarmaður (f. 1872)