Jump to content

Mikudagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
The printable version is no longer supported and may have rendering errors. Please update your browser bookmarks and please use the default browser print function instead.
Vika

Mikudagur (latín: Mercurii dies, "Dagur merkurs") er ein vikudagur. Suðuroyingar kalla dagin ónsdag. Dagurin æt upprunaliga óðinsdagur, ið er vorðið til ónsdagur, ið dagurin framvegis eitur í suðuroyarmálføri. Heitið mikudagur er ein stytting av miðvikudagur (soleiðis eitur dagurin framvegis á íslendskum), møguliga ávirkað av týska Mittwoch, og sipar heitið til, at dagurin var tann mittasti av døgunum í vikuni.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið