15 mest tosaðu móðurmálini í Føroyum (2011) [1]
Føroyskt 45 361 (90,8 %)
Danskt 1546 (3,1 %)
Íslendskt 201 (0,4 %)
Enskt 190 (0,3 %)
Filipinskt 103 (0,2 %)
Norskt 99 (0,2 %)
Tailendskt 86 (0,1 %)
Rumenskt 67 (0,1 %)
Grønlendskt 62 (0,1 %)
Serbiskt 57 (0,1 %)
Russiskt 55 (0,1 %)
Spanskt 49 (0,1 %)
Svenskt 45 (0,09 %)
Pólskt 40 (0,08 %)
Kinesiskt 29 (0,06 %)

Føroyskt og danskt eru almenn mál í Føroyum.

Móðurmálið er føroyskt, sprottið úr forna norrøna málinum. Føroyskt líkist mest íslendskum og nøkrum dialektum av norskum, tó er føroyskt vorið ávirkað nógv av donskum. Tað at Føroyar liggja so langt burtur frá umheiminum hevur hjálpt føroyska málinum at vera verandi eitt sera sermerkt tungumál. Í barnaskúlanum er undirvísing í málunum føroyskum, donskum og enskum kravd. Føroyingar flestir skilja hini norðurlandamálini, bæði skrivliga og munnliga.

Keldur

rætta
  1. http://www.hagstova.fo/fo/folkateljing/folkid-111111/filipinsk-og-teilenskt-vunnu-fram-sum-modurmal