Krabbadýrini eru stórur liðdýraflokkur og tann, sum í fjølbroytni kemur skordýrum næst. Men meðan flestu skordýr liva á landi, eru flestu krabbadýr sjódýr. Tey eru sera ólík í vakstrarlag og stødd og hava nógv bein, tíggju ella fleiri. Tey stóru anda við táknum, tey smærru við húðini. Kitinhúðin á teimum stóru krabbadýrunum hevur so nógv kálk í sær, at hon verður til harða skel. Flestu krabbadýr hava stóra broyting. Vit skifta tey í ringkrabbar, skelkrabbar og smákrabbar.

Taskukrabbi er eyðkendur við sínum svørtu bitklóm. Hann er størsta krabbaslagið undir Føroyum.


Skelkrabbar eita so, tí teir hava stóra skel um høvd og frampart. Til henda bólkin hoyra tey flestu av teimum stóru og mest kendu krabbadýrunum á okkara leiðum. Jómfrúhummarin er av størstu krabbadýrum hjá okkum, hann er vanligur innansyndis, har botnurin er bleytur, mest í Tangafirði og norður gjøgnum Sundalagið. Hann er ljósreyður omaná og hvítur undir búkinum. Við grunnari skoru er høvdið avmarkað frá kroppinum, sum er skiftur í framkropp og bakkropp. Aftast er breið sundbløðka at svimja við. Um høvdið og framkroppin er stór skel, sum gongur úr bakinum niður við báðum liðum. Undir henni báðumegin eru táknurnar.

Kongakrabbin uttan fyri Alaska í Norðuramerika er størsta krabbadýr, vit vita um. Hann er óføra stórur, vigar frá 4-9 kg og verður veiddur í túsundatali til matna.