Í Syðrugøtu búði einaferð ein bóndi, sum æt Jákup. Hann bleiv kallaður fyri Jákup Dintil, tí hann rann so skjótt, at man sá bara dintilin á honum. Dintil merkir rumpa. Eingin í Gøtu dámdi Jákup, tí at hann var so skrappur og tímdi væl at reypa sær. Henda søgan var ein av reypinum hjá honum.

Einaferð ímeðan Jákup var úti hjá seyðinum hjá sær, fór hann inn í fjósið, at gera sær døgurða. Í fjósinum var ein stór grýta, grýtan var so stór, at man kundi kóka eitt heilt krov í henni, men Jákup kókaði bara greyt í grýtuni. Meðan hann ger greytin, telgir hann ein træ-figur. So er greyturin liðugur, hann setir seg niður, og byrjar at eta. Tá hann er liðugur, ruddar hann alt upp, men knappliga hoyrir hann, eitt lamb jarma uttanfyri. Hann gongur ímóti hurðini, og ætlar at lata upp, men so hoyrir hann tveir menn snakka. Jákup er kvikur, at hoppa upp á bjálkarnir á loftinum, ballar seg inn í eitt teppi, og goymir seg har. Tjóvarnir koma inn, teir fletta lambið, og koyra lambið í tí stóru grýtuna. Teir koyra so nógv kryddarí í grýtuna, sum teir finna, og so byrjar tað at lukta, og tað luktar ræðuligt, so ræðuligt at Jákup fór at njósa. Tjóvarnir hoyra tað harða njósi hjá Jákupi, og ætla at drepa hann, men Jákup var kvikur at hoppa á ein av teimum, og so rann hann út, og tjóvarnir aftaná. Ein av tjóvinum tekur ein knív fram, og kastar eftir Jákupi. Jákup sær knívin, og hann lýpir undan. So tekur Jákup knívin, og kastar eftir tjóvinum, og rakar hann í beini, síðani rennur Jákup vekk, og tað sísta tjóvarnir síggja, er dintilin hjá Jákupi.

Slóðir

rætta