Hvalba er ein bygd í Suðuroy og Hvalbiar kommuna, ið eisini fevnir um bygdirnar Sandvík og Nes-Hvalba. Oyggin Lítla Dímun hoyrir eisini til sóknina í Hvalba og Sandvík.

Hvalba
Kvalbø (danskt)
Bygd
Hvalba
Hvalba
Land  Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Hvalbiar kommuna
Íbúgvar 626 (2015)[1]
Postnummur FO-850
Markatal 98-13-00 mk.gl.sk.

Hvalba liggur norðantil á Suðuroynni. Eitt eykenni fyri Hvalba er at tað eru atkomumøguleikar sjóvegis bæði eystan- og vestantil. Á vestursíðuni er tað Fiskieiði ella Hvalbiareiði. Her varð gjørt eitt stórt arbeiði fyrst í 20. øld fyri at bøta um atkomumøguleikarnar. Á eystursíðuni eru tríggjar keiðir. Tveir smábátahylar og ein hylur til skipini, sum hoyra heima í Hvalba.

Fornfrøði

rætta

Lendið, ið nevnt verður á Bønhúsfløtu, liggur uttanfyri býlingin í Nesi í Hvalba. Lendið liggur niðan frá bakkanum, vestur frá Fleksá. Nýggja skrásetingin hjá Føroya Fornminnissavni hevur víst, at tað á Bønhúsfløtu finnast nógv fleiri fornar bústaðaleivdir enn bert tað, ið hildið var at vera eitt bønhús, soleiðis sum søgur hava gingið frá. Í 1905 varð lendið, ið lá uttangarðs, lagt inn til eina trøð. Garðar vórðu laðaðir bæði niðan við Fleksá, eystan fyri Fløtuna og niðan við einum áarløki í einum gili fyri vestan. Sethúsini, har fólk settust á trøðna, standa enn uppi ovarlaga í lendinum. Hildið varð, at henda fløtan, sum tá lá í haga, var nakað fyri seg, eins og mannahond hevði verið á. Tað hevur leingi verið Føroya Fornminnissavni greitt, at sjónligar bústaðaleivdir eru niðast á bakkanum á Bønhúsfløtu í Nesi. Tó, nú tykist havið av álvara at máa bakkan, og tí eru hesar leivdir rættiliga hóttar. Á vári 2008 boðaði eigarin av Bønhúsfløtuni Fornminnissavninum frá, at tað í februar 2008 hevði verið nógvur landnyrðingsuppgangur - hegn og ein gomul smoga, var farið og slættað niður. Nú stóð bakkin manshøgur frá mølini upp á svørðin. Eisini varð sagt, at ymist var at síggja í bakkanum, ið helst mundi vera gjørt av mannahond, umframt tað, at har var eitt hol inn í bakkan, einar 1,5 m. undir svørðinum, ið var fylt við fliðum og onkrum beinum. Tað var serliga tann innari parturin av bakkanum, har líkt var til, at eitthvørt fjaldi seg undir svørðinum, og sum kundi vera ein toft, ið mest var máað burtur av.

Landafrøði

rætta
 
Hvalba og Hvalbiarfjørður, summarið 2010.
 
Kolanám í Hvalba.

Hvalba er næstnorðasta bygd í Suðuroynni.

Tunlar

rætta

Bygdin er bundin saman við grannabygdunum Trongisvág fyri sunnan og Sandvík fyri norðan við tveimum tunlum. Hvalbiartunnilin, sum er millum Trongisvág og Hvalba er Føroya elsti tunnil, hann var gjørdur í 1963 og er beint við kolanámini. Sandvíkstunnilin er á norðara armi av Hvalbiarfirði, eystanfyri Hvalbiarbygd. Tunnilin varð tikin í brúk í 1970.

Seinastu árini hevur talið av ferðafólki, sum ferðast til Hvalbiar, verið økjandi, og fleiri nýggir ferðavinnuveitarar eru eisini komnir í Hvalba, eitt nú innan síging. Í Hvalba er enn eitt ávíst virksemi í einum av kolanámunum har, og tað er rættiliga væl dámt hjá ferðafólki. Tó er trongi hvalbiartunnilin ein avmarking, tí stórir ferðamannabussar kunnu ikki koyra ígjøgnum tunnilin.

Norðbergseiði

rætta

Norðara eiði í Hvalba eitur Norðbergseiði. Tað er vakurt náttúruøkið, sum m.a. verður vitjað av ferðafólki, bæði av føroyingum og útlendingum. Í 2009 byrjaði ein bólkur av hvalbingum at bjóða síging á Norðbergseiðinum sum ferðavinnumál. Tað var væl eyndað og í 2010 vóru tað uppaftur fleiri, ið royndu at síga á Norðbergseiðinum enn tað vóru árið fyri. Norðanfyri sjálvt eiði er bergið Norðberg, sum eiði eitur eftir. Eitt hol er í helluni á Norðbergseiðinum, har er stik sett rundanum, so fólk ikki detta niður í tað. Havið sæst niður gjøgnum holið. Niðri á helluni á Norðbergseiðinum er sermerkt stabbagrót.

Fiskieiði

rætta

Í Hvalba er tvírøtt. Har er lendandi bæði fyri eystan og fyri vestan. Lendingin fyri vestan sæst á frímerkinum og eitur Fiskieiði, eisini rópt Hvalbiareiði. Hon var sera trupul at nýta, tí har er bratt og høgt oman á sjógv, men tíðliga í 20. øld var gjørt eitt stórt arbeiði har, so lendingarviðurskiftini gjørdust rættiliga góð. Hetta var í teirri tíðini, tá ið árabátar vórðu nýttir. Seinri eru fiskiførini vorðin størri, hava fingið motor og sigla skjótari, so nýtslan av Fiskieiðinum sum lending er fallin burtur. Tó verður lendingin á Fiskieiðinum nú brúkt til stuttleika túrar og til ferðavinnu. Túrar verða gjørdir fyri ferðafólk, bæði føroyingar og útlendingar.

Kolanám í Hvalba

rætta

Suðuroy er einasta oyggj í Føroyum sum hevur havt kolaframleiðslu. Hildið verður við vissu, at kolasøgan í Suðuroynni í hvussu so er byrjaði í 1770'unum, um ikki fyrr. Kolanám (kolaminur) og framleiðsla hevur verið í Hvalba, í Rangabotni í Trongisvági og í Fámjin. Hvalba er einasta stað í Føroyum, har tað enn er kolaframleiðsla. Seinasta kolanámið, sum var sunnanfyri tunnilsmunnan Hvalbiar megin læt aftur í 2009. Í 2009-10 byrjaði so arbeiði uppá at gera eitt nýtt kolanám á fjallinum norðanvert tunnilsmunnan. Gamla kolanámið var umleið 30 ára gamalt og er nú í so ringum standi, at tað ikki kann brúkast til ferðavinnu longur, tað var annars sera vælumtókt at vísa fram til skúlaflokkar og bólkar av ferðafólki. Men ætlanin er at brúka tað nýggja námið til ferðavinnu eisini.

Ítróttur

rætta

Ítrótturin í Hvalba hevur altíð veri nógvur.

Bóltfelagið Royn

rætta

Hvalba hevur eitt virki bóltfelag, sum eitur Royn. Bóltfelagið Royn er sentrali parturin um stóran part av ítróttarlívið í bygdini og um mentunarlívið annars. Felagið varð stovnað 23. oktober í 1923 [2]. Í 2010 spældi Royn í 3. deild. Teir gjørdust nummar 3, men ryktu upp í 2. deild, av tí at felagið sum gjørdist nummar tvey longu hevði eitt lið í 2. deild frammanundan. Royn hevur eisini lið í fleiri av barnadeildunum. Felagið hevur fyrr samstarvað við onnur feløg í oynni, og í 2010 var dreingjaliðið felags við TB. Dreinjaliðið TB/Royn vann silvur í 2010. Smádreingirnir hjá Royn vunnu silvur í 2009 [3].

Búskapur

rætta

Í Hvalba eru nógvar størri og smærri fyritøkur. Hvalba er eisini kent fyri sín kolagrevstur. Í nógv ár hevur tað verið full gongd á kolagrevstrinum í Hvalba og framvegis í dag eru tað menn, sum arbeiða á kolinum.


Myndasavn

rætta

Keldur

rætta
  1. Hagstova.fo
  2. "Royn.org". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-07-04. https://web.archive.org/web/20100704051913/http://www.royn.org/pages/felagid.php. Heintað 2010-11-02. 
  3. Football.fo

Ávísing úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 61°36′0″N 6°57′02″W / 61.60000°N 6.95056°W / 61.60000; -6.95056