Hoyvík er ein bygd i Tórshavnar kommunu í Streymoynni, Umleið 4.300 fólk búgva í Hoyvík.

Hoyvík
Højvig (danskt)
Bygd
Hoyvík
Hoyvík
Land  Føroyar
Sýsla Streymoya sýsla
Oyggj Streymoy
Kommuna Tórshavnar kommuna
Íbúgvar 4.299 (2020)[1]
Postnummur FO-188
Markatal 12-00-00

Hoyvík hevur ongantíð verið stór bygd. Til 1800 var bert ein garður. Seinri varð hann býttur sundur í tveir garðar. Fyrstu húsini uttan fyri sjálvan garðin vórðu bygd í 1835. Frá fyrst í 1920-árunum var landbúnaðarroyndarstøð í Hoyvík, til húsini og økið vórðu latin Føroya Fornminnissavni. Gomlu húsini og bøurin verða skipað sum útisavn.

Hoyvík legði saman við Tórshavnar kommunu í 1978, og stór útstykkingarætlan varð gjørd fyri alt tað økið, sum fyrr var hagi. Har hevur mikil og fjølbroytt sethúsabygging verið seinastu árini við øllum tí, sum hoyrir einum so stórum býarparti til. Skúli er, og ein enn størri verður nú bygdur, og ætlandi skal fyrsti partur standa liðugur á sumri 2008. Eisini er nýggj, stásilig ítróttarhøll bygd í Hoyvík fyri fáum árum síðan. Fleiri størri handils- og ídnaðarfyrtøkur halda til í Hoyvík. Teirra millum er einasta mjólkavirkið í Føroyum, MBM. Nýggj kirkja verður í løtuni bygd í Hoyvík, og fleiri fríkirkjur og samkomur hava bygt samkomuhús.

Hoyvík er við at menna seg til at gerast ein býur í býnum. Bygt verður í stórum í Hoyvíkshaganum. Hetta setur skjøtil á ein nýggjan býling í Hoyvíkshaganum, og tá ið Karlamagnusarbreyt um ikki so langa tíð fer at knýta hetta handilsøkið við kirkjutorgið, sum verður gjørt í sambandi við nýggju Hoyvíkar Kirkju, hevur kommunan skapt tær rammur, ið neyðugar eru fyri býarvøkstri í hesum partinum av býnum.

Myndir

rætta


Sí eisini

rætta

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 62°1′58.08″N 6°46′25.32″W / 62.0328000°N 6.7737000°W / 62.0328000; -6.7737000

Keldur

rætta