Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er eitt gistingarhús (hotel) við Áarvegin í Tórshavn. Har er eisini matstova og barr. Hotellið læt upp í 1951 og fekk navnið "Hafnia", sum merkir havn á latíni. Gjøgnum 1950-, 1960- og 1970-árini bleiv Hotel Hafnia støðugt útbygt til tað, tað er í dag.