Gullaksur
Gulllaksur (latín Argentina silus) er vanligur í vestara parti av Barentshavinum, við Norra, í Skagerrak, norðara parti av Norðsjónum, vestan fyri Skotland og Írland, undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Í vestara parti av Atlantshavi er hann í Davisfirði, við Nova Scotia, Grand Bank og George’s Bank í Kanada. Hann er á djúpum vatni úr 150 m. niður á 1400 m. Gulllaksur stendur bæði við botn og eisini eitt sindur uppi í sjónum, leysur av botni. Óvist er, um gulllaksur undir Føroyum er ein sjálvstøðugur stovnur ella um samband er við leiðirnar rundan um okkum. Í ICES verður gulllaksur við Føroyar viðgjørdur sum partur av einum felags stovni. Gulllaksur verður lívfrøðiliga roknaður sum ein djúpvatnsfiskur, sum lond hava bundið seg til at fiska við serligum fyrivarni.
Við Føroyar er gulllaksur bæði á Landgrunninum, við bankarnir vestanfyri og á Wyville Thomson rygginum. Gulllaksur undir Føroyum er fingin frá 60 m. dýpi niður á einar 850 m., men mest á 300-700 m. dýpi.