Georg L. Samuelsen
Georg Lindenskov Samuelsen (8. januar 1910 í Tórshavn - 17. februar 1997) blaðstjóri og virkin í Havnar Sjónleikarfelag. Bara 26 ára gamal gjørdist hann í 1936 blaðstjóri á Dimmalætting, eitt starv hann røkti fram til 1. juli 1981. Frá 1945 var hann føroyskur tíðindamaður hjá Berlingske Tidende.
Georg L. Samuelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. jan 1910 í/á Tórshavn |
Andaðist | 17. feb 1997 í/á Tórshavn |
Starv | journalistur, editing staff, sjónleikari, politikari, yrkjari |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin |
Børn | Lisbeth L. Petersen |
Foreldur | faðir Andrass Samuelsen |
Dátuheiti |
Sjónleikur hevur havt hansara stóra áhuga, umframt at hava leikt við í fleiri leikum hevur hann týtt sjónleikir og útvarpsleikir. Á ungum árum gav hann út yrkingasavnið "Sól og sirm", 1930.
- 1936 - 1981 Blaðstjóri á Dimmalætting.
Útgivið
rætta- 1930 - Sól og sirm (yrkingasavn).
Kelda
rætta- Kraks Blå Bog 1996, s. 1085